Tann umstríddi borgarstjórin í London, Ken Livingstone, stillar uppaftur til borgarstjóravalið, sum verður tann 10. juni.
Tann 58 ára gamli borgarstjórin, sum ofta verður róptur "Reyði Ken", varð valdur til borgarstjóra í enska høvuðsstaðnum í 2000. Frammanundan hevði hann verið limur í leiðsluni í flokkinum Labour, men fekk sekkin, tá hann gjørdi av at stilla upp sum óheft valevni ímóti valevninum hjá Labour. Í desember í fjør eydnaðist tað Ken Livingstone at fáa limaskapin í Labour aftur, og mánakvøldið atkvøddu meiri enn 93 prosent av teimum 40.000 flokslimunum í London fyri honum sum valevni í summar.
Ken Livingstone fekk nógvar ákoyringar, tá hann gjørdi av, at fólk, sum koyra bil í miðbýnum í London yrkadagar, skulu gjalda 50 krónur í avgjaldi. Men avgerðin hevur víst seg at virka sera væl, tí ferðslutrupulleikarnir hava verið munandi minni síðani.