Hann stýrdi fyritøkuni ígjøgnum illveðrið

– Og nú hátíðarhalda tey 25 ára starvsdagin

Fríggjadagin, triðja jóladag hevur Hjalmar Sjóvará verið í starvi hjá Pf. Leif Mohr í Havn í 25 ár.

Hjalmar byrjaði sum fíggjarleiðari tann 27. desember í 1994. Hetta var í niðurgangstíðum, og avbjóðingarnar vóru nógvar fyri fyritøkur sum okkara í privatu vinnuni.

Starvsfólkið hjá Leif Mohr, og LM electric, siga í eini heilsan í sambandi við starvsdagin, at Hjalmar tók ábyrgdina á seg, og við hegni og arbeiðssemi var hann við til at stýra fyritøkuni gjøgnum illveðrið, til vánirnar blivu betri aftur.

Við sínum jaliga og blíða sinni, og sínum góðu menniskjasligu eginleikum, er Hjalmar eitt natúrligt miðpunkt og snúningsdepil hjá LM.

Ongin uppgáva er ov stór og ongin ov lítil. Alt og øll verða tikin í álvara. Tí er eisini ofta kø uttanfyri skrivstovuna hjá honum, har nógv starvsfólk leita sær ráð og vegleiðing.

Í hansara tíð er fyritøkan vaksin frá 18 fólkum, til nú at vera yvir 90, skift í tvey feløg, Leif Mohr og LM Electric.

Hjalmar er tó enn tann sami. Ein virðismikil og virðismettur partur av leiðsluni hjá Leif Mohr og LM Electric