Miðeystur
Í Ísrael eru fjølmiðlarnir á einum máli um, at Hizbollah-leiðarin, Hassan Nasrallah, gjørdi eitt stórt mistak, tá hann bað nakrar av monnum sínum søkja at ísraelskum hermonnum við libanska markið og burturflyta tveir teirra. Ísraelska svarið gjørdist nógv harðligari, enn Nasrallah hevði væntað, og nú er hansara egna lív komið í vanda.
Eitt av teimum stóru ísraelsku bløðunum, Maariv, skrivaði í gjár, at amerikanskir embætismenn hava kunnað ísraelsku stjórnina um, at USA góðtekur, at ísraelski herurin beinir fyri Hassan Nasrallah. Talan var ikki bara um eina góðkenning, tí amerikonsku embætismenninir eggjaðu Ísrael til at beina fyri honum, skrivar Maariv.
-Hassan Nasrallah fær kanska eina viku afturat, skrivar størsta blaðið í Ísrael, Yediot Ahronot.
Ísraelskir eygleiðarar siga, at alment ger stjórnin ikki nógv burtur úr einum tílíkum máli, men teir ivast ikki í, at tann 46 ára gamli Hizbollah-leiðarin verður roknaður sum eitt lógligt krígsmál. Teir vísa á, at ísraelska flogvápnið hevur bumbað Dahyia-økið har suðuri í Beirut nógvar ferðir, tí hildið verður, at Hassan Nasrallah og fleiri av hansara næstu monnum hava fjalt seg har.
Vesturlendskir eygleiðarar í Ísrael siga, at flestu ísraelsmenn høvdu verið fegnir, bleiv Nasrallah fyribeindur, tí tey flestu meta hann sum fremsta fígginda Ísraels í dag. Hinvegin er hann sera væl umtóktur ímillum palestinar.