Hann er sloppin ótrúliga væl!
Tað heldur Niels Uni Dam.
Í gjárkvøldið varð pápi hansara, kendi havnarmaðurin, Árni Dam, lagdur inn á Landssjúkrahúsið, eftir eina gass-spreinging.
Tann 79 ára gamli Árni Dam var farin í hjallin at skálda og svíða sær nakrar gæs, men hann fekk sær eina pausu, áðrenn hann var liðugur. Tá ið hann fór aftur í hjallin at gera seg lidnan, og skuldi tendra gassið, fór alt í luftina.
Spreingingin var so sterk, at bæði vindeygu og hurð fóru í spønir. Men sjálvur er Árni sloppin ómetaliga lætt. Hann varð lagdur inn á Landssjúkrahúsið við brunasári av øðrum stigi á hondini og brunasár av fyrsta stigi í andlitinum, so hann slapp ómetaliga væl frá tí. Serliga fegin eru tey um, at eyguni ikki fingu mein.
Sjálvur var Árni ógvuliga róligur eftir spreingingina.
- Hann rann út um og setti slanguna á seg, tí eldur var í klæðunum. Hann rann so inn aftur eftir gassfløskuni, dróg hana út, og spulaði eisini hana, tí hann stúrdi fyri at hon eisini skuldi fara í luftina.
Sjálv gassfløskan var nevniliga heil, so mett verður, at gass hevur likið út í hjallin, antin tí at slangan hevur likið, ella tí at hettan ikki hevur verið ordiliga sett á.
Men ráðini frá løgregluni eru, at tey, sum fáast við gass, eru ógvuliga ansin, tí tað er ikki vandaleyst.
- Tað kom ikki fjáltur á hann. Hann var ikki so mest sum skelkaður. Hann var mest irriteraður inn á gassfløskuna, tí hon var spildurnýggj, sigur Niels Uni.
Annars hoyrdu grannar spreinginina og vóru skjótir at hjálpa og boð vórðu send eftir hjálp.
- Hjá løgregluni vistu tey ikki, hvussu støðan var, og tí varð alt apparatið sett ígongd, so áðrenn nakar varnaðustr vóru løgreglubilar, brandbilur og sjúkrabilur í túninum.
Árni Dam er ein av teimum, sum trúliga møtir upp í Undirhúsinum um morgnarnar at spæla kort. So uppgávan hjá Niels Una í morgun var at fara í Undirhúsið at fortelja teimum, at kortmakkarin fær ikki møtt í morgun - og nokk heldur ikki teir fyrstu dagarnar.
Niðanfyri eru fleiri myndir, sum geva eina hóming av, hvussu hørð, spreingingin var