Við seks sekundum eftir, kom føroyska kvinnulandsliðið fyri fyrstu ferð á odda í seinna hálvleiki.
- Rebekka skeyt somikið hart, at bólturin kom út aftur í feltið. Og so skuldi hann bara í kassan. Sjálvt um eg visti, at tær ikki høvdu tíð at skora, so var bara at renna við fullari ferð heim. Og onkur hørð tackling bleiv gjørd. Hatta var bara heilt fantastiskt, segði Una Olsen eftir sigurin hjá føroyska kvinnulandsliðnum móti Bosnia.
Og Una duldi ikki fyri, at talan er um øðrvísi uppliving leygarkvøldið í mun til hini undanfarnu kvøldini.
- Hetta er bara heilt fantastiskt. Vit vóru mest sum undir gólvinum í kjallaranum, men í dag vísa vit, hvat vit kunnu. Og tað er deiligt at kenna, at vit duga nøkur ting. Vit spældu sum eitt lið í dag, og allar kempa sum ein eind. Og tað er bara heilt fantastiskt.
Og hóast møði, so eru tit nokk klárar til at spæla finalu?
- Ja, til finaluna hevur eingin ilt nakrastaðni, sigur Una Olsen.









