Hann skrivaði undir

Undir rættarmálinum í Bagdad hevur fyrrverandi irakski forsetin Saddam Hussein hildið uppá, at tað var ikki hann, sum skrivaði undir deyðadómarnar hjá 148 shiamuslimum, sum blivu avrættaðir í 1984, eftir at teir høvdu sett seg upp ímóti stýrinum.
Men nakrir serfrøðingar, sum hava kannað skjølini og undirskriftirnar, eru ikki í iva um, at tað var Saddam, sum skrivaði undir. Teir siga, at fyrrverandi forsetin skrivaði undir boðini um at avrætta 148 shiamuslimskar menn og dreingir í bygdini Dujail í 1984, og at fleiri hundrað onnur skuldu setast í fongsul. Sambært serfrøðingunum skrivaði hann eisini undir eitt skjal tvey ár frammanundan, har hann kravdi, at fleiri húski í Dujail skuldu missa jørðina.
Verjarnir hjá Saddam Hus­sein góðtaka ikki frá­greið­ingina hjá serfrøðingunum. Teir vísa á, at serfrøðingarnir starvast hjá núverandi stjór­nini í Bagdad, og at teir tí eru ógegnigir.