Hann skorar mál

Í Skive er tað John Petersen, sum hevur verið álopsmakkari hjá Christian Lundberg hetta kappingarárið. Eitt áleyparapar, sum higartil hevur skotið Skive væl og virðiliga í toppin á stigatalvuni.
Og tá núverandi hjálparvenjarin hjá føroyska A-landsliðnum verður biðin um eina lýsing av komandi KÍ-spælaranum, fellur svarið alt fyri eitt.
 Hann skorar mál. Tað hevur hann altíð duga, og hóast hann fyllir 36 næstu ferð, so hevur hann ikki gloymt hetta kynstrið. Kanska best undirstrikað við, at hann hevur skorað í átta av teimum níggju dystunum, sum vit hava spælt í vár.
 Annars er at siga, at hann arbeiðir hart fyri liðið og hevur eitt gott skot við báðum beinum. Og hann uppsøkir altíð málmøguleikarnar, sigur altso John Petersen.