Hann skilur væl trupulleikan hjá ungum familjum

Men sum heild eru mannagongdirnar hjá bankunum nøktandi, heldur Helgi Abrahamsen

Tað er lætt at skilja, at tey, ið vilja seta búgv á smáplássum, halda tað vera órímiligt, at bankarnir seta teimum strangari krøv, enn teir seta til tey, ið búseta seg í meginøkinum. Tað sigur Helgi Abrahamsen, landsstýrismaður í vinnumálum.

Men samstundis ásannar hann eisini, at bankarnir verða riknar á handilsligum grundarlagi og samstundis eru krøvini til teir frá myndugleikunum munandi herd.

– Tí hava bankarnir skyldu til, at reka ein skynsaman útlánspolitikk, leggur hann afturat.

Páll á Reynatúgvu, tingmaður fyri Tjóðveldi hevur reist spurningin um sethúsafígging á Løgtingi. Í hesum sambandi hevur hann spurt landsstýrismannin um hann er greiður yvir, at tað er verri hjá teimum, sum vilja búsetast á bygd, at fáa lán, enn tað er hjá teimum, sum vilja seta búgv í miðstaðarøkinum.

Landsstýrismaðurin vísir á, at tá ið peningastovnar veita lán til sethús í smærru og fjarskotnu bygdunum í Føroyum, er alt, sum bendir á, at  byggiprísurin er væl hægri enn søluprísurin, ið kann fáast fyri húsini á bústaðarmarknaðinum.

– Fyri peningastovnin, sum vanliga hevur pant í húsunum, er hettar ein váði og størri hesin prísmunurin er, størri er váðin fyri peningastovnin, sigur landsstýrismaðurin.

Hann sigur at hesin váðin kann fáa peningastovnin at seta hægri krøv til eginpeningin og inntøkuna hjá teimum, sum byggja. Hetta kann vera ein skilagóð, handilslig avgerð hjá peningastovnunum, men hjá lántakarunum kann tað tykjast sum um at tað er ein órættvísur mismunur.

Eisini eru krøvini til peningastovnarnar munandi herd hesi seinastu árini, og tað er eisini skerjir møguleikan hjá teimum at læna pening til sethúsabygging á smáplássum, har vaandin fyri tapi er størri enn hann hann er í størru búplássunum.

– Tá ið ungar familjur búseta seg í smærri bygdum, kann kravið til eginfígging vera størri enn tá talan er um sethúsabygging í meginøkinum. Men umframt at vera gott fyri bankan, kann hetta eisini vera gott fyri tær einstøku familjurnar.

 – Tað er ikki altíð ráðiligt at eggja fólki til at taka lán, ið eru nógv størri enn søluvirðið er á ognini, sigur landsstýrismaðurin. Í slíkum førum kunnu fólk verða stavnsbundin til ein ávísan bústað og koma undir stórt trýst í samband við arbeiðsloysi, sjúku, hjúnaskilnað, og annað, leggur hann afturat.

Samstundis vísir hann á, at undirsjóvartunlarnir knýtir landið saman og tað fer óivað at hava við sær, at munurin ímillum setahúsaprísirnar í ymisku pørtunum í landinum gerst minni sum frálíður og tá verður kravið til tey, sum byggja á smáplássum, eisini minni.

Annars eru bankarnir danskt málsøki og men Landsstýrið hevur ikki ætlanir um at heita á danir um at broyta lóggávuna fyri Føroyar á hesum øki, sigur Helgi Abrahamsen.

Hann sigur, at sum heild sær tað út til, at teir føroysku bankarnir loysa uppgávuna á ein nøktandi hátt, og teir bjóða allir realkredittlán, sum eru sera bílig í hesum døgum.

Men hann leggur afturat, at hann metir alsamt um, antin krøvini eru ov hørð, og um tey eru til størri ampa enn gagn fyri føroyska samfelagsbúskapin.