Hann skal hjálpa ungum við svárum trupulleikum

Almannaverkið hevur nú sett Magna Højgaard í starv sum leiðara fyri átakið, Megna títt lív. Megna títt lív” er átak við tí endamáli at lofta ungum við svárum sosialum, ella sálarligum, trupulleikum, umframt ungum við álvarsligum rústrupulleikum.

 

Magni Højgaard hevur arbeitt við misnýtarum og heimleysum á Mændenes Hjem á Istedgade í trý ár, og hesi seinastu árini hevur hann verið leiðari á sosialu eindini hjá Bláa Krossi, og hann ber orð fyri at vera ein eldsál á økinum, sigur Almannamálaráðið í eini fráboðan beint nú.

 

Eyðgunn Samuelsen, landsstýriskvinna í almannamálum, sigur, at nú verður tað, at farið verður undir hetta arbeiðið av álvara.