Hann skal gera føroyskan tónleik kendan úti í heimi

Hann varð valdur fram um 71 aðrar umsøkjarar

Tað verður Fred Ruddick, sum skal verða leiðari á føroysku Tónleika-útflutningsstovuni, FMX, sum stendur fyri Faroe.

Stovan varð stovnað í summar, og formaður í stýrinum fyri FMX er Gissur Patursson. Tað var stórur áhugi fyri starvinum tí tilsamans vóru heili 72 umsøkjarar. Men formaðurin sigur, at stýrið fyri FMX hevur valt Fred Ruddick úr Onglandi sum leiðara á Tónleika-útflutningsstovuni fram um hinar 71 umsøkjarar. Og hann er valdur tí at tey seinastu árini hevur hann staðið fyri at marknaðarføra og útvega tónleikarar til G-festivalin.

– Stýrið er sannført um, at Fred er tann best skikkaði av øllum teimum mongu umsøkjarunum, sigur formaðurin.

Fred Ruddick er útbúgvin í fíggjarheiminum og hann skrásettur ráðgevari og meklari á børsinum í London, har hann starvaðist í sjey ár, frá 1998 til 2005.

Fred flutti til Føroya at búgva í 2013 við unnustu síni, Gretu Svabo Bech, so hann hevur ongar trupulleikar við at skilja føroyskt.

Áðrenn Fred kom til Føroya fyri seks árum síðan, var hann í altjóða tónleikavinnuni í fleiri ár, har hann hann arbeiddi fyri at kunning og samskiping.

Hann hevur eisini sjálvur staðið á palli sum tónleikari á stórum vinnu- og mentanartiltøkum, bæði heima og úti í heimi.