Ali Hassan al-Majeed er betur kendur undir navninum Kemiski Ali, tí tað var hann, sum skipaði fyri eiturgassálopinum á kurdarnar har norðuri í Irak í 1988, og sum kostaði umleið 180.000 mannalív.
Majeed varð tikin stutt eftir innrásina í Irak, og í juni í fjør varð hann dømdur til deyða fyri at hava havt ábyrgdina av hópmorðinum ímóti kurdunum.
Ætlanin var, at hann skuldi takast av døgum seinasta heyst, men tað vísti seg, at forsetaráðið var ikki sinnað til at staðfesta deyðadómin alt fyri eitt. Nú hevur ráðið, sum er mannað við forsetanum og teimum báðum varaforsetunum, so staðfest, at Kemiski Ali skal heingjast.