Hann situr næstan so eina

Ungdómurin í Vestmanna savnast í felagshølunum hjá Ungtemlarafelagnum Heyggi, tá tey eru liðug við ítróttin. Aðrastaðni er ikki at fara, og seinastu fýra - fimm árini hevur ein maður einsamallur rikið alt virksemið í felagnum

Vestmanna: Tað er í felagshølunum hjá Heyggi, at ungir vestmenningar hittast í frítíðini, tá teir ikki eru í ítróttarhøllini. Og Ungtemplarafelagið Heyggur er í dag at meta við ein persón. Steingrím Haraldsen.
? Tað er nú ikki heilt rætt, vil hann sjálvur vera við. Tí hóast eg í løtuni eri einsamallur um tiltøkini í ungdómshúsinum, eru tað trý fólk, sum standa aftanfyri, sigur Steingrím. Hini bæði eru Torgerð og Steingrím Simonsen, hvør partur ikki liggur eftir.
Ungtemplarafelagið Heyggur er partur av føroysku fráhaldsrørsluni og varð stovnað fyri 21 árum síðani. Virksemið hevur verið svingandi, og tað hevur limatalið eisini, greiðir Steingrím frá.
Men tiltøkini eru fleiri í dag, enn tey nakrantíð hava verið, sigur hann. Tá byrjað vað, var opið tvey kvøld um vikuna. Nú er opið at kalla hvønn dag í árinum.
? Í fjør vóru bara 32 dagar alt í alt, tá húsið ikki var opið, sigur Steingrím Haraldsen. Og sjálvur er hann hvønn dag í húsinum. Vanliga er húsið opið frá klokkan 20 til umleið klokkan 23 á kvøldi. Um vikuskiftini kemur tó regluliga fyri, at opið er longri út á náttina.
Samlast í Heyggi
Í Vestmanna er bara Heyggur at fara til, tá liðugt er í ítróttarhøllini, og tey ungu koma eisini trúliga í húsið, sigur Steingrím Simonsen.
Tilboðini eru slík, sum vanliga eru í sovorðnum húsum. Tað eru spøl av ymsum slagi, tey kunnu stytta sær stundir við, og so er øll tann tekniska útrgerðin, sum hoyrir degnum í dag til, eisini í húsinum. Her er stereoannlegg, um tey vilja dansa, her er sjónvarp við paraboli. Og her er stórskíggi, sum tey ofta brúka at hyggja at ymsum filmum á.
? Tað er heilt vanligt, at tey hava egnar ella leigaðar videofilmar við sær, tá tey koma higar, sigur Steingrím Haraldsen. Og so sita tey í felag og hyggja at hesum filmunum á stórskíggjanum.
Tað eru serliga ungfólk frá umleið 13 til 18 ára aldur, sum koma í felagshølini hjá Heyggi. Tá tey verða eitt sindur eldri, vísa royndirnar, at tey fara aðrastaðni. Helst fara tey til Havnar at stuttleika sær, heldur Steingrím.
Men so vísir tað seg kortini, at fleiri koma aftur, soleiðis at tað eisini regluliga koma fólk millum 18 og eini 20-22 ár í hølini, sigur hann.
? Tað ber ikki til at hava dans hvørja viku, men soleiðis aðru- ella triðjuhvørja viku, ber til, og tað plaga vit eisini at hava í Heyggi, sigur Steingrím. Tað er neyðugt at laga seg eftir tiltøkum aðrastaðni, eitt nú tí, sum hendir í Havn.
Vestmenningar hava í áravís havt møguleika at koyra við náttbussi til Havnar at dansa. Men tað heldur Steingrím ikki hevur ávirkað tað, sum hendir í hølunum hjá Heyggi, stórvegis.
? Vit síggja eisini, at tað kemur fólk aðrastaðni frá til Vestmanna at dansa, tá vit hava eitt nú diskotek í húsinum. Eisini »langvegis«, um vit kunnu siga so um strandingar og runavíkarfólk, sigur hann.
Umvæling
Tað er gamla dansistovan í Vestmanna, sum Heyggur keypti í síni tíð, ið húsast verður í.
Húsini hava seinastu fýra árini ella so verið ígjøgnum eina størri umvæling, sum Steingrim Haraldsen eisini hevur staðið fyri. Men farið varð ikki undir at umvæla húsini, fyrr enn Heyggur hevði goldið tað, tey kostaðu at keypa.
Steingrím Haraldsen sigur, at tey hava møtt vælvild ymsastaðni frá í samband við ta umvæling, sum gjørd er, hóast ikki allar umsóknir kortini hava verið møttar við líka stórari vælvild. Men Vestmanna Kommuna hevur verið sera lagalig at heitt á. Sovorðið sum lán av maskinum og amboðum fyri einki. Tilfar og peningaligan stuðul hava tey eisini fingið ymsastaðni frá, og tað lættir sjálvandi um. Men kortini er nógv, sum er keypt og skal gjaldast aftur.
Húsið er klætt uttan, og sera nossligt tún er gjørt niðanfyri, har til ber eitt nú at hava úticafé um summarið. Pláss man vera fyri einum 100 fólkum, um tað skuldi verið, metir Steingrím. Eitt, sum nú liggur fyri, er at gera nýggjan køk í húsinum.
Húsini eru góðkend av brunaumsjónini, og øll loyvi, sum krevjast til slíkt virksemi, sum er í húsinum, eru fingin til vega.
Steingrím Haraldsen sigur, at nú hann hevur verið at kalla einsamallur um hetta øll hesi árini, eru løtur, tá hann hugsar um, hvørt hann skal halda fram ella ikki. Men enn hevur hann so ikki gjørt av at gevast.
? Kærleikin til arbeiðið og tað virksemi, felagið stendur fyri, er sera sterkur, so enn kann alt henda, sigur Steingrim Haraldsen.