Hann setir seg upp ímóti samgonguni -einaferð enn

Bárður á Steig Nielsen sigur, at hetta fer Sambandsflokkurin aldrin at gera aftur

Johan Dahl gjørdi støðu sína púra greiða á landsfundi í Sambandsflokkinum í morgun

Johan Dahl løgtingsmaður fyri Sambandsflokkin, fer at atkvøða fyri uppskotunum, sum andstøðan nú hevur lagt fyri Løgtingið um at samkynd foreldur skulu hava sama rætt sum onnur foreldur. Tað gjørdi hann púra greitt á landsfundinum hjá Sambandsflokkinum í morgun.

 

Í frágreiðing síni á landsfundinum, vísti Bárður á Steig Nielsen, formaður, á, at í Sambandsflokkinum hevur tað altíð verið siðvenja, at í etiskum málum hava limir í flokkinum rætt til sína egna sannføring.  Hetta samgonguskeiðið hevur serliga verið merkt av einum máli av hesum slag. Nevniliga málið um barnsburðarfarloyvi til samkyndar mammur, sigur formaðurin í Sambandsflokkinum.

 

Í undanfarna valskeiði varð hjúnabandslógin broytt so at eisini samkynd kundu giftast í Føroyum og Bárður á Steig Nielsen staðfesti, at tá ið samráðingar vóru um nýggja samgongu eftir løgtingsvalið fyri tveimum árum síðani, var tað eitt krav frá Sambandsflokkinum at hjúnarbandslógin skuldi ikki broytast, so at tað aftur varð bannað hjá samkyndum at giftast.

 

Annars er tað vælkent, at tað eitt kjarnumál hjá Miðflokkinum at hjúnabandið er bara ímillum mann og kvinnu, og tað er tað eisini hjá fleiri politikarum í Fólkaflokkinum.

 

Men tá ið hendan samgongan varð skipað, slakaðu Miðflokkurin, og politikarar úr Fólkaflokkinum. Bárður á Steig Nielsen sigur nevniliga, at kravið frá Sambandsflokkinum varð gingið á møti, so hjúnabandslógin varð ikki broytt aftur.

 

– Fyri at tryggja okkum, at hjúnarbandslógin ikki varð rullað aftur, settu vit eina orðing í samgonguskjalið, um, at samgongan skuldi atkvøða samlað um uppskot frá andstøðuni, segði Hann.  Tað merkir, at eingin í samgonguni kann atkvøða fyri uppskotum frá andstøðuni uttan so, at øll samgongan er samd.

 

­– ­Tíverri er hendan orðingin nú vorðin ein forðing, tí hon upphevjar aldargomlu siðvenjuna um, at einhvør tinglimur kann atkvøða eftir síni egnu sannføring í etiskum málum, sigur formaðurin í Sambandsflokkinum.

 

Tað gav at bíta, tá ið andstøðan legði eitt uppskot fyri Løgtingið um at geva samkyndum foreldrum sama rætt til gjald úr barsilsskipanini, sum onnur foreldur hava.

 

Tá setti Johan Dahl seg upp ímóti samgonguni og atkvødd fyri uppskotinum. Hann gjørdi eisini púra greitt, at tað gjørdi hann, hóast tað skuldi merkti, at hann varð tveittur úr samgonguni. Tað elvdi til órógv í samgonguni og eitt nú gjørdi Miðflokkurin greitt, at atkvøddi Johan Dahl fyri, mettu tey ikki, at hann kundi halda fram í samgonguni. Johan Dahl atkvøddi fyri, men Miðflokkurin gjørdi ikki álvara av - og Johan Dahl er enn í samgonguni.

 

Les eisini: Johan Dahl kann ikki halda fram í samgonguni

 

Bárður á Steig ásannar, at hetta var sera óheppið og tí fara tey aldrin aftur at binda Sambandsflokkin niður í etiskum málum. Tá ið tú hevur eitt so gott og stórt bakland við næstan 7.000 atkvøðum í rygginum,  má tað vera pláss fyri ymsum meiningum á nøkrum økjum, segði Bárður á Steig Nielsen.  

 

Nú hevur andstøðan aftur lagt uppskot fyri Løgtingið um at samkynd foreldur skulu verða javntsett við øll onnur foreldur, og á landsfundinum í morgun gjørdi Johan Dahl púra greitt, at hann fer at atkvøða fyri uppskotunum.

 

– Lógin skal verja øll, og eg fari ikki at atkvøða ímóti mínari sannføring, segði Johan Dahl.

 

Johan Dahl gjørdi støðu sína púra greiða á landsfundi í Sambandsflokkinum í morgun