Hann náddi málinum

- Eg gangi út frá, at ein provokatørur fyrst og fremst vil hava fólk at reagera. Og í so máta má sigast, at Ole Wich væl og virðiliga hevur nátt sínum máli, heldur Sjúrður Skaale

Kjakmentan

Evnið í fimmaranum hjá Útvarpi Føroya mikudagin var talufrælsið og nýtsla av hesum.
Ein av panelluttakarunum her var Sjúrður Skaale, sum eitt nú er kendur fyri leiklut sín í satiru-skemtinum frá Pipar & Salt.
Hann hevur ikki hug at gera nakra viðmerking, hvat hann heldur um síðuna, sum Jón Ellendersen nú hevur latið gjørt. Men Sjúrður Skaale staðfestir, at Ole Wich við hesum man hava nátt sínum endamáli.
- Meira enn nakað, so haldi eg hetta vera reklamu fyri tað, sum Ole Wich hevur gjørt. Eg gangi í øllum førum út frá, at endamálið við at gera provokerandi politiska list er, at fólk skulu reagera.
- Eg ivist ikki í, at skrivið hjá Bill hevur hundraðtalsfalda vitjunartalið á síðuni hjá Ole, og hetta hevur sum so akkurát somu funktión.
- Sjálvandi kann Ole Wich stevna Jón Ellendersen, um tað er tað, sum hann vil. Men tað rokni eg ikki við, at hann fer at gera. Tí hann hevur "í denn grad" rokkið sínum endamáli. Skalt tú taka eina støðu í hesum málinum, so mást tu væl lesa tað, sum stendur á báðum síðunum, og so mugu fólk hvør í sínum lagi taka støðu út frá tí, staðfestir Sjúrður Skaale at enda.