Hann myrdi mann mín!

Tað mangan umrødda morðið á svenska forsætisráðharran Olof Palme fyri skjótt 16 árum síðani kom brádliga framaftur fyri góðari viku síðani. Fyrst valdi einkjan eftir forsætisráðharran at tosa um málið, sum hon ongantíð hevur viljað tosað um, og síðani váttaði tann fríkendi Christer Pettersson, at tað var kortini hann, sum myrdi Olof Palme

 

Árni Joensen:


Tað vakti stóran ans í Svøríki, tá fólk settu seg at lesa Dagens Nyheter tann 25. oktober. Tann annars so friðarliga Lisbeth Palme hevði brádliga játtað at tosa við ein fjølmiðil um tann syrgiliga tilburðin fyri skjótt 16 árum síðani og tað, sum síðani hendi. Men tað var ein avgjørd forsætisráðharraeinkja, sum lat frætta frá sær.


Trý ár eftir morðið á Olof Palme tann 28. februar í 1986 bleiv Lisbeth Palme sett andlit til andlits við ein mann, sum svenska løgreglan hevði tikið og skuldsett fyri morðið. Maðurin æt Christer Pettersson, og Lisbeth Palme var ikki í iva um, at hetta var drápsmaðurin.


Býarrætturin í Stockholm trúði henni og dømdi Christer Pettersson sekan í morðinum, men tá málið bleiv skotið inn fyri landsrættin, fekk tað brádliga eina aðra vend. Dómararnir høvdu ikki álit á vitnisfrágreiðingini hjá Lisbeth Palme, og Christer Pettersson varð fríkendur og latin leysur sum frælsur maður.



Politikkur uppií


Lisbeth Palme hevur ongantíð viljað tosað alment um morðið ella rættarmálið hesi nógvu árini, men í samrøðuni við Dagens Nyheter sigur hon, at eftir hennara tykki vóru tað kanska politiskir tankar, sum fingu dómararnar í landsrættinum at taka ta avgerð, sum teir tóku.


Lisbeth Palme vísir á, at tær politisku andsagnirnar í Svøríki vóru sera stórar miðskeiðis í áttatiárunum. Hvørki rætturin, løgreglan ella fjølmiðlarnir megnaðu at standa ímóti trýstinum frá fólkinum.


-Olof varð forfylgdur ígjøgnum nógv ár. Eingin hevur kannað, hvussu óheftir dómararnir í landsrættinum vóru, sigur Lisbeth Palme við blaðið.


Spurd, um hon við hesum sipar til ta politisku sannføringina hjá teimum einstøku dómarunum, svarar hon:


-Ja, tað kunnu vit hugsa um. Forsætisráðharrin hevur tað hægsta politiska starvið. Tann politiski spenningurin var ógvuliga stórur, sigur Lisbeth Palme.


Hon leggur ikki fingrarnar ímillum, tá talan er um svenska rættarverkið, og hon harmast um, at málið ímóti Christer Pettersson ikki varð lagt fyri hægstarætt.


Sjálv heldur hon fast um sína vitnisfrágreiðing:


-Eg royndi í mong ár at goyma myndina í minninum. Eg lat meg ikki freista til at tosa við nakran um tað, sigur hon.


Men dómararnir trúðu henni ikki. Sjálv heldur hon ikki, at tað er ein trupulleiki hjá sær, men heldur ein trupulleiki hjá Svøríki sum rættarsamfelag.



Ikki í iva


Lisbeth Palme minnist, at hon gjørdist ovfarin, tá hon á løgreglustøðini skilti, at maðurin, sum hon hevði sæð skjóta mann sín, var svii og eftir øllum at døma eisini rúsevnismisnýtari. Men hóast løgreglan gav henni fleiri menn at velja ímillum, var hon ikki eina løtu í iva og peikaði á Christer Pettersson. Hon hugsaði seg ikki nóg væl um, tá hon viðmerkti, at tað var ikki trupult at síggja, hvør av monnunum var misnýtari, tí júst hendan viðmerkingin bleiv nýtt ímóti vitnisfrágreiðing hennara undir rættarmálinum.


Dagens Nyheter spurdi Lisbeth Palme, hvussu tað ber til, at hon ongantíð hevur viljað tosað um morðið fyri skjótt 16 árum síðani.


-Eg kann ikki reisa málið. Eg havi vitnað, og dómararnir valdu ikki at trúgva mær. Tað merkir ikki, at eg havi mist trúvirðið fyri mær sjálvari. Eg havi átikið mær mína ábyrgd. Onnur mugu taka støðu til, um tey eisini hava gjørt tað. Men einum nýtist ikki at rannsaka seg sjálvan, og tað er eisini tað lættasta, sigur Lisbeth Palme.



-Tað var eg!


Vakti samrøðan í Dagens Nyheter ans, vakti tað ikki minni ans, tá blaðið Expressen tveir dagar seinni almannakunngjørdi eina váttan frá Christer Pettersson um, at tað var hann, sum myrdi Olof Palme tann 28. februar í 1986.


Orðalagið í váttanini hevði útvarpsmaðurin Gert Fylking, sum er vinmaður Christer Petterssons, skrivað, og teir høvdu síðani báðir skrivað undir. Men samstundis kom fram, at Expressen hevði goldið Christer Pettersson 2000 krónur fyri at skriva undir uppá, at hann myrdi Palme.


Í einari útvarpssamrøðu endurtók Christer Pettersson, at tað var hann, sum myrdi Olof Palme. Spurdur, um hann helt, at málið eigur at verða avgreitt eina ferð med alla fyri at fáa endaliga greiði á spurninginum, svaraði Christer Pettersson, at tað visti hann ikki.


Men hann visti hinvegin væl, at tað kann gera tað sama, hvat hann sigur, tí sambært svenskari lóg kann hann ikki ákærast, sjálvt um at játtar seg sekan. Lógin krevur, at morðvápnið skal vera til taks, og skammbyrsan, sum drápsmaðurin hjá Palme nýtti, er ongantíð funnin.


Tí kann Christer Pettersson ikki dragast fyri rættin - sekur ella ikki, og tí fæst neyvan nakrantíð at vita, hvør drápsmaðurin veruliga var.






FAKTA:


Hjúnini Olof og Lisbeth Palme høvdu verið í biografi hetta kvøldið tann 28. februar í 1986. Filmurin var liðugur millum kl. 23.05 og 23.10. Eftir at hava prátað eina løtu við sonin Mårten fóru tey bæði til gongu suður eftir Sveavägen.


Við Adolf Fredriks-kirkjuna fóru tey fram við einari matstovu. Kl. 23.21 komu tey til krossin á tí vegnum, sum nú eitur Olof Palmes Gøta.


Á krossinum var ein handil. Ein av sýnisgluggunum vendi út ímóti Tunnelgatan og Sveavägen.


Tá Olof og Lisbeth Palme fóru fram við handlinum og út ímóti krossvegnum, kom ein maður undan handilshorninum og lat tvey skot av við einari magnum-skammbyrsu. Annað skotið rakti og drap Olof Palme.


Hitt skotið rakti Lisbeth Palme, men hon varð ikki álvarsliga skadd.


Maðurin, sum hevði skotið, rann eystur eftir Tunnelgatan og niðan trappurnar til Malmskillnadsgatan.


Løgreglan fekk av álvara áhuga fyri Christer Pettersson, tá vitni á heysti í 1986 greiddu frá, at hann hevði verið uttan fyri biografin um ta tíðina, tá Olof Palme varð myrdur. Harafturat fekk løgreglan at vita, at Christer Pettersson var farin aftan á Palme-hjúnunum eftir Sveavägen og ímóti morðstaðnum.


14. desember í 1988 tók løgreglan Christer Pettersson til avhoyringar. Sama dag bleiv hann fongslaður.


29. mai í 1989 varð Christer Pettersson ákærdur fyri morð og morðroynd.


1. juli í 1989 dømdi býarrætturin í Stockholm Christer Pettersson lívlanga fongsulsrevsing fyri at hava myrt svenska forsætisráðharran Olof Palme. Men rætturin var ikki samdur. Løgfrøðingarnir hildu hann vera ósekan og kravdu frídøming. Í oktober 1989 fríkendi landsrætturin Christer Pettersson. Málið fór ikki í hægstarætt.