Hann málar á køksborðinum

Í dag klokkan 16 letur Tórur Andreasen á fyrsta sinni upp framsýning í Smiðjuni í Lítluvík við málningum, hann hevur málað á køksborðinum

Tórur Andreasen hevur ikki havt framsýning áður, men nú ætlar hann at royna seg í Smiðjuni í Lítluvík um høgtíðina.

Hóast Tórur hevur góð listarlig evni, so tekst hann ikki dagliga við at mála. Hann er heimaskipari og livir av útróðrinum. Men tá Tórur fyri tveimum mánaðum síðani fekk influensu og noyddist at halda seg innandura, visti hann einki annað at taka sær til, enn at fara eftir litunum, hann hevði fingið í jólagávu og síðani byrja at mála. Og væl kom burturúr. Tórur fekk eina rúgvu av málningum frá hondini, ja onkuntíð fleiri fyri hvønn dag. Hann sigur, at tað kann taka honum frá fáðum tímum upp til einir fýra dagar at mála hvørja mynd.


23 ár síðan seinast

Tað eru 23 ár síðani Tórur seinast hevur tikist við at mála, hóast tað listarligu evnini eru til staðar. Hann sigur, at ein kann siga, at hann málar í tørnum. Eitt av hesum tørnunum fekk hann í 1968, og síðani fekk hann aftur eitt tørn í 1976. Tískil helt hann, at hesi tørn føra at halda á at koma fram áttanda hvørt ár, men so bleiv ikki. Hann bíðaði spentur í 1984 og 1992, men einki tørn kom.

Men nú, 23 ár seinni, hevur Tórur Andreasen aftur fingið eitt rættuligt málingatørn, ið kann síggjast í Smiðjuni í Lítluvík í Havn frá í dag klokkan 16. Framsýningin verður opin alla høgtíðina frá klokkan 15 til 20, undantikið leygardagin 3. apríl, tá framsýningin er opin frá klokkan 10 til 18.