Amerikanska løgreglan hevur skuldsett Lonnie David Franklin fyri at hava beint fyri 10 kvinnum, men nú hevur løgreglan illgruna um, at hann kann hava myrt átta fólk afturat. Lonnie David Franklin, sum vanliga verður róptur The Grim Sleeper, varð tikin í heimi sínum í Los Angeles í 2007. Tá hevði hann sambært løgregluni herjað syðra part av stórbýnum í meiri enn 20 ár.
Næstan allan kvinnurnar, sum hann er skuldsettur fyri at hava myrt, vóru skøkjur, og sambært ákæruvaldinum misbrúkti hann tær kynsliga, áðrenn hann beindi fyri teimum.
Grannar hansara siga, at hann var ein friðarligur og siðiligur maður, og eingin teirra hevði illgruna um, at hann kundi vera drápsmaður. Lonnie David Franklin, sum er 57 ára gamal, noktar seg sekan.