Tey flestu mundu vænta tað. John Edwards verður varaforsetaevni hjá demokratinum John Kerry á forsetavalinum í USA í heyst.
Tann 51 ára gamli senatorurin og ríkmaðurin úr Norður Karolina hevur ver-ið senatorur síðani 1998. Hann er kendur sum ein sera góður røðari og hevur lætt við at tosa við tíðinda-fólk.
Áðrenn hann fór upp í politikk, arbeiddi John Edwards sum sakførari í heimstatinum Norður Karolina. Men tá hann í 1996 misti sín elsta son í einari ferðsluvanlukku, gjørdi hann av at gevast við sakførarayrkinum og at fara upp í politikk ístaðin fyri. Tvey ár seinni varð hann valdur í Senatið.
Politiskir eygleiðarar í USA siga, at John Edwards kann gerast munurin á forsetavalinum í heyst. Tað eru tey, sum siga, at John Kerry bliknar undir liðini hjá John Edwards. Sjálvur roynir Edwards at sannføra amerikanararnar um, at teir eiga at velja Kerry heldur enn Bush í heyst.
? John Kerry hevur alt, sum einum amerikonskum forseta tørvar, og eg fari at gera alt, fyri at hann verður okkara næsti forseti. Tí biðið eg tykkum hjálpa mær í hesum stríðnum, segði John Edwards, eftir at hann var vorðin tilnevndur varaforsetaevni.









