Hann kann fáa Evropa at skelva

Í Bretlandi hóttir tann konservativi flokkurin nú við at vraka ta ætlaðu ES-grundlógina, vinnur hann valið í næsta mánað. Tað kann fáa álvarssamar avleiðingar

Ber tað til at ímynda sær eitt ES uttan Bretland? Tað heldur í hvussu er formaðurin í bretska konservativa flokkinum, Michael Howard, og hann hevur av álvara drigið tann spurningin upp í valstríðið upp undir parlamentsvalið tann 5. mai.
? Vit eru ímóti ES-grundlógini, og fáa vit valdið aftan á valið, fara vit at lata veljararnar taka støðu til lógina innan seks mánaðir eftir stjórnarskiftið, stendur í valskránni, sum teir konservativu løgdu fram mánadagin.
Reglurnar siga, at øll tey 25 limalondini í ES skulu góðkenna grundlógina, skal hon koma í gildi. Diplomatar í Bruxelles og London dylja ikki fyri, at vraka bretar grundlógina, kemur lagnan hjá samveldinum at liggja í hondunum á einum flokki, sum tey seinastu árini hevur hert sína mótstøðu ímóti samveldinum.
Diplomatarnir siga, at ES noyðist at taka hóttanina frá teimum konservatiovu í størsta álvara, og teir eru á einum máli um, at eitt bretskt nei til grundlógina fer at raka ES sum ein jarðskjálvti. Kortini ugga teir seg við, at tað er ikki altíð, at samsvar er ímillum valskránna hjá einum flokki og tann politikk, sum flokkurin rekur, tá hann fær valdið.
Samstundis vísa veljarakanningar, at Labour og Tony Blair, forsætisráðharri, noyðast at taka teir konservativu í álvara hesaferð. Munurin á flokkurin er ikki stórur, og tann stóri andstøðuflokkurin er sjónliga farin í álop, skrivar NTB. Spurningurin um ES er eitt væl valt evni, tí nógvir bretskir veljarar eru sera ivingarsamir um at lata Bruxelles ov nógv vald.
Tann stóri spurningurin í valstríðnum hevur annars verið eitt lyfti hjá teimum konservativu um lægri skatt. Tony Blair, forsætisráðharri, hevur ávarað veljararnar ímóti lyftinum, og Gordon Brown, fíggjarmálaráðharri, segði mánadagin, at ein atkvøða fyri teimum konservativu er ein hóttan ímóti bretsku vælferðini.