Hann hevur sjálvur bygt sær eina damu

Tann 33 ára gamli Canadiski granskarin livur saman við einum robotti, sum hann sjálvur hevur framleitt Hon er ung, vøkur og dugir at lesa avsírnir. Hesar eru ikki óvanligar eginleikar hjá damum, men tað óvanliga er at daman skeldar aldrin, brokkar seg aldrin og tú kanst sløkkja hana, tá tú ikki longur ynskir hennara selskab.

 

Talan er um robot damuna Aiko, sum Le Trung sjálvur hevur framleitt. Hon var upprunaliga framleidd sum stuðul til eldri fólk, men eftir at Le Thung sjálvur gjørdist sjúkur, valdi hann at gera hana til sína dreymakvinnu.

 

Le Thung sigur, at Aiko er hansara dreyma kvinna, og at hann aldrin vil skiljast frá henni. Hon er gjørdi júst sum hansara dreymakvinna - lítil, kløn og vøkur, og hóast hon sær eitt sindur ung út, so heldur granskarin Le Thung hana verða júst sum hon skal.

 

Aiko er serliga framleidd til at hava kenslur í bróstunum, andlitinum og í undirlívinum, men Le Thung avvísur at hann hevur havt kynsligt samband við hana, men váttar tó, at tað er møguligt hjá Aiko at fáa eina orgasmu...