Tað eru eingir vaktarmenn og eingin løgregla, tá Ralph Nader heldur veljarafund ella tíðindafund. Har eru heldur ongar sjón-varpsstøðir, tí hóast maðurin stillar upp til amerikanska for-setavalið í næsta mánað, hevur hann lítlan og ongan áhuga. Og tó.
Hetta er fjórðu ferð at Ralph Nader stillar upp, og hetta er fjórðu ferð, at hann er vísur í, at hann fer ikki at vinna. Hinvegin kann hann vera vísur í, at hann enn eina ferð fær øði í demokratarnar, vinnur George W. Bush aftur hesaferð við lítlum meiriluta. Ja, nógvir demokratar hava verið illir inn á Ralph Nader alla tíðina síðani seinasta val.
Men hann letur seg ikki ávirka av, at flokkurin, hvørs sjónarmið liggja hansara egnu næst, vil hava hann at taka seg burtur úr valstríðnum.
Kostaði Gore sigurin
? Eg stilli ikki upp til stuttleika. Mítt mál er at gera enda á skipanini við tveimum flokkum, og tí eri eg fyrireikaður til at tapa. Sama hvat vit gera, so gera vit tað fyri at at fáa Bush av vegnum. Sjálvur leggi eg ikki so stóran dent á at taka atkvøður frá Bush ella John Kerry. Mítt valstríð hevur til endamáls at taka atkvøður frá hinum, og tað er vl altíð endamálið við einum valstríði, sigur Ralph Nader.
Á valinum fyri fýra árum síðani fekk hann 2,9 milliónir atkvøður ella 2,74 prosent. Men tað vóru tær 97.488 atkvøðurnar, sum hann fekk í Flordia, ið fingu øði í demokratarnar. Tí tað var í Florida, at Al Gore tapti. Bush fekk 537 atkvøður í meiriluta.
Kanningar aftan á valið seinast vístu, at hevði Ralph Nader ikki stillað upp, høvdu 21 prosent av hansara veljarum atkvøtt fyri Bush, meðan 47 prosent hvødu givið Gore atkvøðuna. Tí er lítil ivi um, at hevði Nader ikki stillað upp, hevði Gore vunnið.
Pengar og politikkur
Í einum landi við tveimum flokkum verður tað ikki tikið sum eitt tekin um demokrati, at onkur annar fær møguleika at royna seg. Sjálvt ein demokratitalsmaður sum fyrrverandi forsetin Jimmy Carter hevur meiri enn eina ferð mælt Ralph Nader til at taka seg aftur.
Men hann vil ikki. Í 40 ár hevur tann nú 70 ára gamli Nader, sum er av libanskum uppruna, livað sítt egna lív og sýtt fyri at lata seg ávirka. Hann er ógiftur, barnleysur og býr í einari íbúð í Washington. Alla sína tíð hevur hann verið talsmaður fyri tann vanliga arbeiðsmannin, og stórar fyritøkur sum General Motors hava fingið eina ákoyring fyri og aðra eftir frá honum. Eisini heldur hann, at vinnulívið hevur alt ov stóra ávirkan á amerikanskan politikk, og tvíflokkaskipanina heldur hann vera eitt tekin um, at í USA virkar demokratiið ikki.
? Land okkara hevur fleiri trupulleikar, enn tað hevur uppiborið. Bush stríðist fyri vinnulívinum, ikki fólkinum, men hann letst gera nakað annað. Tað er tað, demokratarnir eiga at vísa á, sigur Ralph Nader, sum heldur, at tann demokratiski flokkurin er hvokkin.
? Í gomlum døgum vistu demokratarnir, hvat teir skuldu gera fyri at vinna. Teir skuldu arbeiða fyri veljararnar - tað arbeiðandi fólkið. Men flokkurin hevur givið seg inn undir veingirnar hjá vinnulívinum. Í dag hava vit bara ein flokk, men hann hevur tvey høvd. Pengarnir frá vinnulívinum oyðileggja demokratiið, sama um teir fara í høgra ella vinstra lumma, sigur Nader.
Kann avgera valið
Hann stillar upp í 30 statum, og nógv bendir á, at atkvøður hansara kunnu fáa avgerandi týdning á valúrslitið aftur hesaferð. Í statum sum Arkansas, West Virginia, Iowa og Florida er so lítil munur á Bush og Kerry, at veljararnir hjá Ralph Nader kunnu gera av, hvør teirra vinnur. Sjálvur hevur Nader sagt, at tað hevði ikki verið verri fyri USA, at Kerry vann, men hann vil ikki hava skyldina, verður Bush afturvaldur.
? Tað er greitt, at eingin kann vera verri enn Bush. Tað er lætt at taka við eftir hann, tí tað kann bara ganga tann rætta vegin. Høvdu demokratarnir borið seg rætt at, høvdu teir vunnið stórsigur, sigur Nader.
Um hann fer at stilla upp í 2008? Tað hevur hann ikki tikið støðu til enn.