Í dag er tað friðarligt í heimliga fótbóltinum. Landsliðið spælir vinardyst í Gibraltar, og heima á landi eru tveir dystir. Í báðum førum er 07 Vestur annað liðið.
Í bestu kvinnudeildini hittast B36 og 07 Vestur klokkan 17, og í næstbestu mansdeildini hittast 07 Vestur og HB klokkan 13 á Dungasandi í Sørvági.
Danski Michael Schjønberg er venjari í Vágum. Hann tók við starvinum í vetur og hevur nógvar royndir í fótbólti – bæði sum spælari og venjari. Hann spældi í síni tíð við Esbjerg, áðrenn hann í 1990 varð seldur til Hannover 96 í Týsklandi og spældi seinni við OB og 1. FC Kaiserlautern, sum hann í 1998 var við til at vinna meistaraheitið við. Hann var í felagnum inntil 2001, tá ið hann gavst at spæla fótbólt.
So helt hann fram í felagnum sum ungdómsvenjari inntil 2004, tá ið hann varð annar av venjarunum í Herfølge Boldklub, felagnum, sum Jákup Mikkelsen vardi málið hjá, tá ið Herfølge púra óvæntað vann DM í 1999.
Í 2005 flutti Michael Schjønberg aftur til Týsklands, har hann var hjálparvenjari í Hannover 96, og árið eftir var hann í eitt stutt skifti høvuðsvenjari í felagnum.
Í 2007 var hann eitt stutt skifti høvuðsvenjari í 1. FC Kaiserlautern, har hann áður hevði verið spælari.
07 Vestur venjarin hevur eisini verið venjari í øðrum feløgum í Danmark, og á altjóða pallinum spældi hann 44 landsdystir. Eitt nú var hann við, tá ið Danmark í 1995 vann Confederations Cup, og hann var við, tá ið Danmark í 1996 luttók í EM endaspælinum, í 1998 í HM endaspælinum og í 2000 í EM endaspælinum. Plássið hjá honum var at vera verjuspælari í vinstru.
Og nú er hann venjari í Vágum. Sunnudagin vóru hann og 07 Vestur undir Mýruhjalla á Skála, har tað í nógvum vindi endaði við málleysum javnleiki.
Á Skála vóru tað bar tríggir eykamenn á listanum hjá 07 Vestur. Venjarin segði orsøkina at vera, at næstbesta liðið sama dag spældi á Sandi. Tann dystin vann B71 2-0.
Umstøðurnar eru – bæði á ein og annan hátt – øðrvísi enn tað, Michael Schjønberg hevur upplivað áður, men hann klagar ikki:
-Mær dámar væl avbjóðingar, og í fótbólti veist tú, at okkurt óvæntað kann stinga seg upp. Men eg havi ongantíð upplivað at arbeiða í so skiftandi og ógvusligum veðri, sum tað hevur verið hesa tíðina, sum eg havi verið í Vágum. At vindurin fer avstað við málinum, meðan vit venja, havi eg ikki upplivað áður, sigur 07 Vestur venjarin.
Síðani sunnudagin hildu spælararnir frí inntil í gjárkvøldið, tá ið teir aftur fóru at venja:
-Fleiri spælarar hava verið darvaðir av skaðum, so tað var neyðugt at geva teimum stundir at koma fyri seg aftur, segði 07 Vestur venjarin eftir dystin á Skála í samrøðu við FM1.