Símin Hansen er so evnaríkur fótbóltsspælari, at Brian Kerr kundi givið pláss fyri honum í føroyska landsliðshópinum.
Mongu gulu kortini og reyðu kortini leggja bein fyri úttøkuni.
Tað metir Helgi L. Petersen, sum er fótbóltsviðmerkjari hjá Miðlahúsinum. Hann ivast ikki í, at Símin Hansen hevur førleikar sum standa einki aftan fyri fleiri av landsliðsleikarunum. Stríðsviljin er fyrimyndarligur, hann er sera væl fyri kropsliga og dugir væl við bóltinum. Hann er millum fimm teir fremstu leikararnar í Føroyum, sigur Helgi L. Petersen.
Hann vísir millum annað á dystin í Gundadali á ólavsøku móti HB, tá Símin Hansen vann væl og virðisliga nærdystin móti Fróða Benjaminsen, sum stundum hevur ræðið á miðvøllinum í landsdystum.
- Trupulleikin er hansara sinnislag. Brian Kerr veit helst, at hansara mongu kort kunnu gerast sera kostnaðarmikil á landsliðnum. Landsliðið hevur tað oftast sera torført, og at spæla við 10 monnum er ein ógjørlig uppgáva. Men fótbóltsevnini hjá Símini Hansen røkka til landsliðsfótbólt, sigur Helgi L. Petersen.
Símin Hansen hevur bara spælt við B71 í bestu deildini, sæð burtur frá nøkrum fáum mánaðum í B36 í 2006. Framherjin er altíð eyðsýndur á liðnum, sum hevur stríðst í botnstríðnum.
Men hevði hann eisini tað hjá einum oddaliði?
- Tað kann hugsast, at hann riggar serliga væl á einum liði, har hann hevur høvuðsleiklutin. Hann riggar í øllum førum væl í leiklutinum, har alt snýr seg um hann á vøllinum. Men tað ber ikki reiðiliga til at siga, tí hann hevur ikki fingið seg royndan av álvara á hægsta støði í Føroyum, sigur Helgi L. Petersen, fótbóltsviðmerkjari.










