Lágtrýstið sum fer fram við okkum beint nú er á veg í ein landnyrðing. Norðan og vestan fyri lágtrýstið streymar køld polarluft oman yvir Føroyar av norðri og landnyrðingi. Kalda polarluftin fer at seta sín dám á veðrið eina lítla viku, meðan vetrarælini skola inn yvir okkum.
Í dag
Hvassur stormur, 25 m/s, av norðri, í støðum upp í kolandi storm, 30 m/s, í hvirlunum ódn, 35 m/s. Vátaslettingur og kavi í støðum. Hitin um frostmarkið. Í kvøld og í nátt makar hann í hvassan vind ella skrið, 15 til 20 m/s, í hvirlunum hvassur stormur, 25 m/s, av norðri og útnyrðingi. Skýggjað og kavi ella kavaæl. Hitin um frostmarkið.
Fríggjadagin
Skrið ella stormur av norðri og útnyrðingi, 18 til 23 m/s, í hvirlunum upp í hvassan storm, um 28 m/s. Út á dagin makar hann vindin. Skýggjað og kava- ella heglingsæl. Hitin millum 2 kuldastig og 3 hitastig.
Leygardagin
Fyrrapartin strúkur í vindi upp í skrið av norðri og útnyrðingi, 13 til 18 m/s, men vindurin makar út á dagin niður í andøvsgul upp í ein strúk, 8 til 13 m/s. Framvegið ælaveður, mest sum vátaslettingur ella kavi, men út á kvøldið og náttina klárar í og hann slítur í. Hitin úr frostmarkinum upp í 3 stig.
Sunnudagin
Gul til stívt andøvsgul av norðri, 5 til 10 m/s. Samdrigið og vátaslettings- ella kavaæl. Hitin millum 3 kuldastig og 3 hitastig.
Mánadagin
Andøvsgul upp í ein strúk av norðri, 8 til 13 m/s. Samdrigið og ælaveður, mest sum vátaslettingur ella kavi. Hitin millum frostmarkið og 5 hitastig.
Týsdagin
Gul til stívt andøvsgul av norðri, 5 til 10 m/s. Samdrigið og ælaveður, mest sum vátaslettingur ella kavi. Hitin millum frostmarkið og 5 hitastig, um náttina niður í 3 kuldastig.










