-Hetta forsetavalið snýr seg ikki um landspartar, átrúnað ella kyn. Tað snýr seg heldur ikki um rík ímóti fátækum, gomul ímóti ungum ella um svørt ímóti hvítum. Tað snýr seg um fortíðina ímóti framtíðini, segði Barrack Obama, tá hann takkaði fyri stórsigurin í South Carolina leygardagin.
Politiskir eygleiðarar siga, at Barrack Obama mátti vinna í South Carolina, har meiri enn helmingurin av fólkinum eru svørt. Hillary Clinton gjørdi alt fyri at fáa fatur á teimum svørtu veljarunum, og upp undir valdagin var Bill í South Carolina og hjálpti henni. Men hóast fyrrverandi forsetin er væl umtóktur millum tey svørtu í USA, fekk Hillary bara 18 prosent av atkvøðunum hjá teimum svørtu veljarunum.
Valið í South Carolina vísti, at Barrack Obama er valevnið hjá teimum svørtu amerikanarunum, men tað vísti eisini, at hann hevur ikki nóg gott tak á teimum hvítu, og tað kann fáa avgerandi ávirkan á tað endaliga úrslitið, siga teir politisku eygleiðararnir. Í South Carolina atkvøddu 36 prosent av teimum hvítu fyri Hillary Clinton, og heldur færri atkvøddu fyri John Edwards og Barrack Obama. Hinvegin kann Obama fegnast um, at hann fekk atkvøðurnar frá teimum flestu ungu, sum vóru á vali.
Eygleiðarar siga, at kappingin um uppstillingina hjá demokratunum er líka opin nú, sum áðrenn hon byrjaði, og tað er heldur ikki vist, at tann stóri valdagurin 5. februar fer at geva nakað endaligt úrslit.
Javnt í Florida
Í morgin hava republikanararnir uppstillingarval í Florida, og tær seinastu meiningakanningarnar benda á, at tað verður ein sera javnur dystur ímillum senatorin John McCain og fyrrverandi Massachusetts-guvernørin Mitt Romney. Kanningarnar siga, at teir báðir fáa 30 prosent av atkvøðunum í part.
Mike Huckabee fær 14 prosent, og fyrrverandi New York-borgarstjórin Rudy Giuliani, sum hevur rikið valstríð í Florida leingi, fær sambært kanningunum 13 prosent. Tað kann hava við sær, at hann gevst.
Politisku eygleiðararnir siga, at endar valið í Florida nøkunlunda javn millum McCain og Romney, er tað líka torført at siga nakað um tað endaliga úrslitið hjá republikanarunum sum hjá demokratunum.