Hann gav amerikanarum sjálvsálitið aftur

Amerikanararnir minnast Ronald Reagan sum tann bjartskygda forsetan, ið broytti USA

Leygardagin doyði fyrrverandi amerikanski forsetin Ronald Reagan eftir drúgva alzheimerssjúku. Hann var 93 ára gamal.
Hann var filmsleikari, áðrenn hann fór upp í politikk, og tær royndirnar nýtti hann eisini í sínum politiska lívi. Ja, tað er sagt, at hansara mótstøðumenn plagdu at siga, at leikluturin sum amerikanskur forseti var tann besti leikluturin, sum hann nakrantíð hevði spælt.
Innanríkispolitiskt vann hann forsetavalið í 1981 við einari valskrá, sum hevði til endamáls at skerja tær almennu útreiðslurnar, men tá hann fór frá átta ár seinni, var skuldin hjá tí almenna næstan tríggjar ferðir størri, enn tá hann tók við.
Men tað er uttanríkispoli-tikkurin, sum Ronald Reagan verður mintur fyri. Hann var sera hvassorðaður, tá tað galt Sovjetsamveldið, sum hann skýrdi "tað óndsinnaða veldið", men kortini gjørdi hann av at samstarva við Mikhail Gorbatjov, og tað var hetta samstarv, sum gjørdist byrjanin til endan á Sovjetsamveldinum. Serliga kend eru orð hansara við Berlin-múrin: "Harra Gorbatjov. Brót hendan múrin niður".
Men alt var ikki so ljósareytt á tí uttanríkispolitiska økinum. Tað bleiv avdúkað, at USA seldi prestastýrinum í Iran vápn, og at pengarnir frá vápnasøluni fóru til at fíggja uppreistrarfe-lagsskapin Contras í Nikaragua.
Men amerikanararnir hildu av Ronald Reagan, og tá hann legði frá sær í 1989, var hann framvegis tann best umtókti forsetin, sum USA hevði havt.
Reagan fer til gravar fríggjadagin. Hann verður jarðaður uttan fyri Ronad Reagan-bókasavnið í Simi Valley í Kalifornia.