Hann fekk Clinton til Føroya

Jóhan Páll Joensen gjørdist skipari og stjóri, hóast hann hevur lítla skúlagongd og hevur stamað illa. Hann bakkar ikki fyri avbjóðingum, og nú hevur hann eisini fingið Bill Clinton at koma til Føroya

Í Føroyum hevði Jóhan Páll Joensen, formaður í Føroya Arbeiðsgevarafelag, neyvan riggað sum politikari. Til tað er hann helst ov lítið sjálvhátíðarligur og avmarkaður. Men sum hann sleingir seg niður á ein stól í Vinnuhúsinum í stuttari millumlending millum Klaksvík og Keypmannahavn við spurninginum: Nú, veist tú onga góða? so kann ein ikki lata vera við at hugsa, at í USA høvdu tey sagt, at hesin maðurin is made of the stuff of Presidents.

Sum formaður í Føroya Arbeiðsgevarafelag, nevndarformaður í Føroya Banka, og reiðari, stjóri og nevndarlimur hjá fleiri fyritøkum, má Jóhan Páll Joensen sigast at vera ein av oddafiskunum í føroyskum vinnulívi. Og komandi vitjanin hjá Bill Clinton eigur hann eisini ein stóran part av æruni av.

Á Vinnudegnum 2006 segði onkur í spølni, at næsta ár kom Bill Clinton. Og markleysur, sum Jóhan Páll Joensen er, hugsaði hann: hví ikki. Tað vísti seg, at Clinton skuldi á Skandinavia ferð, men hann var rættiliga dýrur. Men hetta tók tó ikki móti frá Jóhan Páll, sum eftir stuttari tíð hevði fingið bæði Føroya Banka og Eik at veita trygd umframt fleiri føroyskar fyritøkur at vera stuðlar.

- Vitjanin hjá Bill Clinton skal seta Føroyar á verðinskortið, men so sanniliga eisini vísa okkum føroyingum, at vit eru á jøvnum støði við onnur fólk og sjálvandi kunnu gera stór ting, sigur Jóhan Páll Joensen, sum sjálvur er eitt gott dømi um, at tað ikki loysir seg at siga umskylda eg eri til.


Slepp tær heim

Fólkaskúlin segði Jóhan Páll millum lítið og onki. Hann skulkaði illa og tað einasta hann vildi var at sleppa til skips. Tá hann var 14, fór hann til ein skipara og bað um kjans. Hesin segði, at hann fyrst mátti fáa loyvi frá pápa sínum, og 14 ára gamli drongurin fór heim at spyrja pápan.

- Pápi gjørdi skjótt av og fór niðan til Alex Sólstein, skúlastjóra, og spurdi um tað ikki var best fyri bæði drongin, skúlan og heimið, at hann fór til skips. Alex var púra samdur, og segði at tað hendi ongantíð ov skjótt, flennir Jóhan Páll Joensen.

Tá hann var 18 fór hann á skipsføraraskúla, tí skipari, tað skuldi hann vera. Jóhan Páll stamaði ræðuliga illa, men tað helt honum ikki aftur.

- Eg havi ongantíð tikið mær tykni av, at eg havi havt feilir. Og eg havi ongantíð vilja góðtikið at eg ikki kann gera alt tað, sum onnur gera. Men onkra viðmerkingina havi eg fingið, sigur Jóhan Páll Joensen.

- Á skipsføraraskúlanum var tað ein sum segði við meg: Hvat fanin gert tú her? Fær til hús og finn tær okkurt, sum tú kanst brúkast til. Hesin var vísur í, at eg ongantíð kundi fáa starv sum skipari við mínari staming. Men eg bakkaði ikki eitt sekund, sigur Jóhan Páll Joensen sannførandi.


Skiparin gjørdist stjóri

Viðmerkingin á skipsføraraskúlanum varð gjørd til skammar, og Jóhan Páll Joensen var í fleiri ár rokskipari á ymiskum skipum. Men mitt í lívinum valdi hann at fara á handilsskúla.

- Tá Vesturvón var bygdur, riggaði tað tekniska so illa, at eg lovaði at vera umborð inntil alt var koyrdi, sum tað skuldi. Úrslitið var at eg var umborð í næstan trý ár út í eitt. So valdi eg at taka eitt heilt ár heima og fór á handilsskúla.

Eftirfylgjandi var hann aftur skipari í tvey ár, men tá Hans Andrias Dam bjóðaði honum starv sum stjóri á Handils- og Frystivirkinum, tók hann av og legðist uppi.

- Eg var stjóri har í tvey ár, og meðan eg var har, var eg biðin um at koma upp í alt møguligt skrambul, greiðir Jóhan Páll Joensen frá við einum skeivum smíli.

Hann heldur ikki tað er nógvur munur á at vera skipari og stjóri.

- Um vøran er fiskur ella pengar, so er uppgávan tann sama. Tú skalt fáa tað at geva úrslit, so einkult er tað, sigur hann og heldur áfram:

- Sum skipari ert tú mangan noyddur at taka stórar avgerðir, og hesar royndir hava uttan iva hjálpt mær seinni. Eg hvíli í, at eg geri tað besta út frá teim fortreytum eg havi og brúki eg onga tíð upp á at angra.


Líka góð sum onnur

Sambært Jóhan Páll Joensen hava føroyingar verið merktir av einum undirbrotligum og innibyrgdum lindi.

- Vit halda, at vit eru so smá, at vit kunnu ikki gera mun. Og vit eru so ørðvísi enn hini, at vit tola ikki tað sama av. Men sjálvandi gera vit tað, leggur Jóhan Páll Joensen herslu á.

- Vit liva í globalum tíðum og mugu hava ein globalan hugburð, og tað er upp á tíðina, at vit sleppa okkum úr hylkinum og fara út og tosa sama mál sum onnur.

Jóhan Páll Joensen heldur, at tað alt ov ofta verður tosa við penum orðum, men tá møguleikarnir so lata seg upp og støða skal takast til avbjóðingarnar, so læsa vit okkum saman sum østers.

- Tí er tað sera hugaligt við útrásum, sum tær hjá Eik, Føroya Banka og Thor Shipping, og um Clinton tiltakið kann stuðla upp undir hugburðin, at tað ber til at hava útsýni og kappasta á jøvnum føti við onnur, so er endamálið rokkið, sig Jóhan Páll Joensen, áðrenn hann skundar sær vestur á flogvøllin.