Tað verður Peter Hentze Niclasen, sum fær heiðurin at seta ólavsøkuna í ár. Setanin verður, enn sum áður, á Vaglinum seinnapartin ólavsøkuaftan.
Peter Hentze Niclasen er ein av veteranunum í føroyskum ítrótti, har tað er í borðtennis, at hann hevur gjørt vart við seg. Í løtuni er hann formaður í kappingarnevndini hjá Borðtennissambandinum.
Og sum tað varð tikið til tá ið hann fekk heiðursskjal Poul E. Petersens frá Ítróttasambandi Føroya í 2019: Hugsar tú um borðtennis, hugsar tú helst eisini um Peter.
Í meiri enn ein mansaldur hevur hann verið ímyndin av borðtennis í Føroyum og hann hevur vunnið føroyameistaraskapið yvir 20 ferðir í einmansleiki og tvímansleiki. Umframt at verða í nevndini í Borðtennissambandinum, hevur hann eisini verið høvuðsvenjari og formaður í borðtennisfelagnum Tór í drúgt áramál – og hóast hann hevur fylt 54, spælir hann enn.
Harald Joensen, formaður í Føroya Ítróttarráð, sum skipar fyri ólavsøkuna, sigur, at tey hava ikki nakrar beinleiðis reglur at ganga eftir, tá ið støða verður tikin til, hvør skal fáa heiðurin at seta ólavsøkuna. Men tað skal helst verða onkur, sum er uppi í ítrótti upp á onkran máta og hesa ferð hildu tey, at Peter Hentze Niclasen hevði uppiborið hendan heiðurin.
Í ólavsøkublaðnum hjá Sosialinum, sum kemur fyrst í næstu viku, er samrøða við Peter Hentze Niclasen.