Hann er ongantíð arbeiðsleysur

Í dag fyllir ein kendur tvøramaður, Martin Eidesgaard, 85 ár.

Martin Eidesgaard er føddur í Aberdeen, har foreldur hansara hittust, men tá ið hann var eitt ára gamal, fluttu tey heim á Tvøroyri, har hann hevur búleikast síðani.
Ella at siga, at hann hevur búleikast á Tvøroyri er kanska so nógv sagt, tí Martin hevur verið burtur tað mesta av sínum vaksna lívi. Hann hevur siglt bæði við eingilsmonnum, norðmonnum, dønum og íslendingum, umframt at hann hevur verið við føroyskum bátum.
Men mest kendur er hann kortini sum útróðrarmaður í Grønlandi, tí hann róði í fleiri ár út har yviri og hann hevur greitt frá sínum virki í Grønlandi bæði í ùtvarpi, Sjónvarpi og í bókarøðini hjá Jógvani Arge.
Teir løgdu nógv fyri, tá ið teir fóru til Grønlands, tí hann og seks aðrir betaltu 400 krónur í part fyri seksæringin Eirik Reyða, sum teir róðu út við og tað var ikki so lítið í 1939.
Seinni fekk hann sær tó størri útróðrarbátar, eitt skifti hevði hann, sjálvur annar, 15 tonsaran Glæmuna, og seinni hevði hann ein eitt sindur størri útróðrarbát, sum varð nevndur Torri.
Tey stuttu skifti, hann var á landi, arbeiddi hann hjá eingilsmonnunum undir krígnum, tá ið teir gjørdu støðina á Nakki og í kolinum í Rangabotni.
Mitt í sekstiárunum fór hann á skiparaskúla og tók skiparaprógv og eftir tað førdi hann ymsar bátar. Tey seinastu árini førdi hann sandbát til hann legðist upp, 70 ára gamal.
Hóast Martin nú hevur rokkið kempualdur og væl tað, liggur hann ikki á latu síðuni.
Hann er ongantíð arbeiðsleysur, hann hevur eina trøð og nakrar seyðir so hann bæði hoyggjar og setir epl niður. Hann er eisini í fjørðinum viðhvørt og eftir nátungum o.s.fr., so hann gongur ongan dag fyri onki.
Í dag, føðingardagin, havur hann opið hús í heiminum á Tvøroyri frá klokkan 10 ? 16.
Seinni hava vit samrøðu í Sosialinum við Martin um lív hansara og virki.