Nývaldi forsetin í Afganistan, Hamid Karzai, ivast ikki í, at yvirgangsleiðarin Osama bin Laden er í Afganistan ella á markinum við Pakistan, hóast hvørki amerikanarar ella pakistanar siga seg vita, hvar hann er.
Tað hevur leingi verið hildið, at bin Laden hevur fjalt seg í fjøllunum á markinum ímillum Afganistan og Pakistan, og tí sendu pakistansku myndugleikarnir fleiri túsund hermenn hagar at leita eftir honum. Í síðstu viku gjørdu amerikanskir hermenn eisini eina roynd at finna hann har, men til fánýtis.
-Tað er ikki lætt at siga, hvar hann er. Eg veit ikki, um hann er í Pakistan ella í Afganistan, men eg ivist ikki í, at hann er her enn. Men vit munnu fara at finna hann fyrr ella seinni, sigur Hamid Karzai við CNN.