Hann er framvegis heimsins besti

Cristiano Ronaldo endurvann fyri løtu síðani FIFA Ballon d'Or.

Í Kongresshaus í Zürich, Sveis, hava útnevningarnar á FIFA Ballon d'Or-haldinum verið í fullum snúningum seinastu næstan tveir tímarnar, og fyri løtu síðani varð tann – fyri nógv – mest áhugaverdi heiðurin burturlutaður. Nevniliga heiðurin sum besti fótbóltsspælari.


Manuel Neuer, Lionel Messi og Cristiano Ronaldo vóru í uppskoti, og tað var sum væntað Cristiano Ronaldo, ið streyk avstað við heiðurinum. Hann fekk 37.66% av atkvøðunum, meðan Messi og Neuer fingu ávikavist 15.76% og 15.72%. Hetta er triðju ferð, at hann vinnur Ballon d'Or. Fyrstuferð var í 2008 og aðruferð var í fjør.


Cristiano Ronaldo er fjórði maðurin, sum vinnur henda heiður fyri triðju ferð. Hinir eru Johan Cruyff, Michel Platini og Marco van Basten. Lionel Messi hevur sum tann einasti vunnið hann fýra ferðir.


Tað var í 2010, at Ballon d'Or (1956-2009) bleiv umdoypt til FIFA Ballon d'Or. Í útrokningunum omanfyri er øll søgan roknað við. Lionel Messi vann annars tær tríggjar fyrstu útgávurnar av nýggja FIFA Ballon d'Or, meðan Cristiano Ronaldo nú hevur vunnið tær báðar, ið hava verið síðani.