Hann er 18 ár og 61 sentimetrar

Í dag fyllir Junrey Balawing í Filipsoyggjunum 18 ár, og samstundis fær hann heiðurin at koma í metbøkurnar sum heimsins misti maður.

Tað halda myndugleikarnir í Filipsoyggjunum í hvussu er, og tað er væl hugsandi, at teir hava rætt. Tí tá Junrey Balawing var til kanningar á einari heilsumiðstøð í gjár, vísti kanningin, at hann er 61 sentimetrar langur, tá hann liggur á rygginum.

Tað er nýtt met. Tað gamla metið sum heimsins minsti maður átti Khagendra Thapa úr Nepal. Tað var 66 sentimetrar.

Mamma Junrey, Conception Balawing, sigur við tíðindastovuna AP, at hon er so fegin um, at sonurin gerst heimskendur, nú hann fyllir 18 og er vaksin maður.