Okey Dave! Hetta tiltakið komast allir fuglfirðingar við. Tað stavar frá eina ferðina, tá ið teir fyri 30 árum síðani vóru á vøllinum í Fuglafirði. Nógv fólk fylgdi við, tí nýggi spælarin úr Onglandi segðist at vera framúr góður. Kanska dugdu teir ikki allir so væl eingilskt, og tá ið Dave Jones eina ferðina misti bóltin av vøllinum, viðmerkti ein, sum ikki var fullkønur í heimsmálinum, okey Dave! Tað er ongantið niðuraftur lagt millum hugfarsligu fuglfirðingarnar.
Dave Jones rúnarbant fuglfirðingar og føroyska fótbóltsheimin, tá ið hann spældi fótbólt í Fuglafirði. Hetta var 1977-79. Hann kom til Føroya saman við Ken Webberley, sum í 1977 var venjari í Fuglafirði. Teir báðir høvdu íbúð saman. Tá ið Dave kom einsamallur aftur búði hann hjá Bernhardi Samuelsen, og nú hann vitjaði aftur, var tað eisini hjá Bernhardi Samuelsen hann búði.
Átti sín lut í FM
Meinhardt Dalbúð var liðfelagi við Dave Jones, ta tíðina hann var í Fuglafirði. - Dave Jones var fantastiskur fótbóltsspælari. Saman við Martin Nugent, sum spældi í Leirvík í áttati árunum, man hann vera tann besti útlendski álopsspælarin yvirhøvur, sum hevur verið í føroyskum fótbólti. Hann lyfti støðið í Fuglafirði heilt nógv. Hann dugdi væl at spæla, hann hevði gott skot, og so var tað høvuðspælið. Tað hava føroyingar ongantíð verið nakað serligir í. Dave Jones skallaði við eins stórari ferð av brotsteigarmarkinum, sum vit aðrir sparkaðu. Tað var fantastiskt, minnist Meinhardt Dalbúð aftur á.
ÍF vann FM í 1979. Dave Jones var við ein part av árinum, men hann fór til hús, áðrenn kappingin var liðug.
- Ronny Gunnarsson úr Svøríki var venjari. Hann og Dave funnu ikki nakað serligt út av tí, og so fór Dave til hús. Tað var harmuligt, at hann ikki var við alt árið, tí við síni ávirkan frá 1977 og fram til eina ferð í 1979 átti hann heilt víst sín lut í meistaraskapinum, heldur Meinhardt Dalbúð.
Altíð vælkomin í Fuglafirði
At teir vóru tveir úr Onglandi, venjarin og hann, gjørdi tað munandi lættari at fella til. Men eisini vanligi fuglfirðingurin tók væl ímóti mær, og eg havi altíð kent meg vælkomnan í Fuglafirði. Eisini nú eg vitji aftur, greiðir Dave Jones frá, tá vit hittu hann undan dystinum móti KÍ. Eitt tað fyrsta eg minnist tá eg kom, var tann nógv øðrvísi lívsstílurin føroyingar høvdu. Ein lívsstíl sum tit hava megnað at varðveitt í ein vissan mun. Ein sunnan lívsstíl, sum eg ikki heilt dugi at seta orð á, men onkursvegna er tað nógv róligari her enn aðrastaðni, fortelur Dave Jones.
Øgiligt ágrýtni
Men eitt er fólkið, annað er sjálvt spælið. Hvussu eru fyrstu fótbóltsminnini í Føroyum? Stutt sagt var spælið ikki serliga gott. Men leikararnir vóru ágrýtnir sum fáir, og tann brennandi áhugin fyri liðnum frá fólkinum kring felagið, er nakað sum eg bara kann samanbera við Premier League, sigur Dave Jones.
Og meðan vit eru við enskan fótbólt og Premier League, so heldur Dave Jones seg síggja ávís rák, sum eru tey somu í Formuladeildini og í Premier League. Fyri mær at síggja, so vera stóru feløgini bara størri, meðan tey smáu feløgini spakuliga minka í meðan tey royna at hanga í. Havnafeløgini eru alsamt vaksandi, akkurát sum Chelsea, meðan smáu feløgini, sum eitt nú ÍF, hava sera ilt við at hanga í, staðfestir Dave Jones.
Hetta er ein óheppin gongd, heldur onglendingurin, men samstundis staðfestir hann, at tað kanska ikki er so nógv at gera við tað. Hjá ÍF kundi ein møguleiki verið at lagt saman við LÍF og GÍ, so hevði tú havt eitt sterkt lið, heldur Dave Jones.
Vil verða venjari í Føroyum
Dave Jones hevur eisini greiðar meiningar um, hvat hann heldur, at feløgini eiga at arbeiða við. Fyrst og fremst mugu feløgini leggja størri dent á kropsligu venjingina og arbeiða meiri við konditiónsvenjing. Tá tað er komið upp á pláss, so áttu feløgini at arbeitt meiri individuelt við teimum einstøku leikarunum, soleiðis at teir fáa serligar venjingarskráir. Taktiskt haldi eg eisini at okkurt eigur at vera bøtt, sigur Dave Jones, sum ikki dylur yvir, at tað er ein av dreymum hansara, at sleppa at vera venjari hjá einum føroyskum liði.
Keðiligt við pengum
Tá prátið við Dave Jones varð gjørt, hevði hann bara sæð tveir dystir meðan hann hevði verið her. Hann hevur annars vitjað her tvær ferðir áður, og hann heldur ikki, at føroyskur fótbóltur hevur ment seg kollveltandi. Liðini hava ment seg, ongin ivi um tað, men spurningurin er, um tey hava ment seg nokk. Eg haldi, at viljin at spæla fyri liðnum var størri, tá eg spældi her. Eisini tykist áhugin fyri feløgunum at vera fánaður nakað, sigur Dave Jones. Men hvør er so orsøkin til hetta, spyrja vit Dave Jones? Nú havi eg bara verið her so fáar ferðir, og so stutt hvørja ferð, men eg haldi, at pengar eru ein orsøk. Eg haldi ikki, at tað hevur havt positiv hjáárin at fáa pengar upp í fótbóltin. Tað tykist onkursvegna sum, at tað hevur tikið eitt sindur av sterka liðandanum, sum eyðkendi liðini tá eg spældi her, heldur Dave Jones.
Skoraði móti Tony Paris
Minnini eru mong, sum Dave Jones hevur í Fuglafirði. Men sambært honum, so eru tað næstan bara góð minnir. Tað einasta keðiliga, sum eg minnist beint nú, er reyða kortið eg fekk ímóti HB einaferð, sigur Dave Jones.
Besta fótbóltsminni hevur Dave Jones sjálvandi á vøllinum í Fuglafirði. Landsmaðurin Tony Paris, sum í dag aftur er venjari hjá KÍ, var venjari hjá KÍ tá, og teir møttu ÍF. Eg minnist, at eg var og heilsaði upp á hann beint áðrenn dystin, og 20 sekund inn í dystin skoraði eg. Tað var ótrúliga stuttligt, og minnist meg rætt, so vunnu vit dystin 3-1, sigur Dave Jones, sum var um at fáa sáttmála við Liverpool, áðrenn hann kom til Føroya. Hann varð sáldaður frá millum fimm teir síðstu. Tá ið hann var komin til Føroya, tók hann á við Everton, og tað skilji eg, at hann framvegis ger, sigur Meinhardt Dalbúð, sum saman við hinum í Fuglafirði mintist aftur á góðu dagarnar saman við Dave Jones eitt hugnaligt kvøld í Muntra, har gomlu liðfelagarnir vóru savnaðir. Okey Dave!