Hann boðar frá hørðum hvirlum

Eitt stórt lágtrýst yvir Skandinavia fer spakuliga í ein sunnan og førir til eitt rák av kaldari luft við vátaslettingi og kavaælum í Føroyum. Í dag nærkast eitt brúgvalag Føroyum og kemur væntandi inn yvir okkum í nátt. Hetta hevur við sær eitt rák av suðri, sum fyri árstíðina er sera milt og fuktigt. Seinni í vikuni fara fleiri nýggj lágtrýst og brúgvaløg haðani at nærkast Føroyum og hava nógvan vind við sær.

 

Veðrið í dag

Lot til andøvsgul av norðri og útnyrðingi, 3 til 8 m/s. Sólglottar, men seinni skýggjað og hann øtlar vindin í andøvsgul upp í ein strúk í vindi av suðri og landsynningi, 8 til 13 m/s. Hitin um 5 stig. Í kvøld og í nátt øtlar hann vindin í stívt andøvsgul upp í hvassan vind av landsynningi, 10 til 15 m/s. Sum frá líður skýggjað og í nátt regn ella sirm av útsynningi. Hitin millum 4 og 7 stig.

 

Týsdagin

Stívt andøvsgul upp í hvassan vind av landsynningi og suðri, 10 til 15 m/s, sum um kvøldið minkar í andøvsgul upp í ein strúk í vindi, 8 til 13 m/s. Skýggjað, tám og í støðum mjørki og stundum regn ella sirm. Hitin alt samdøgrið um 8 stig.

 

Mikudagin

Hann minkar vindin eitt skifti í gul til stívt andøvsgul, men móti kvøldið veksur hann aftur vindin í andøvsgul upp í ein strúk í vindi, 8 til 13 m/s, um náttina upp í hvassan vind, 15 m/s. Yvirhøvur skýggjað og regn av og á, um náttina yvirhøvur turt, men skýggjað. Hitin alt samdøgrið millum 6 og 9 stig.

 

Hósdagin

Gul til stívt andøvsgul av landsynningi, 10 til 15 m/s, eitt skifti upp í skrið, 18 m/s, og harðar hvirlur. Yvirhøvur turt og kanska onkur sólglotti, um náttina mest skýggjað og stundum regn. Hitin alt samdøgrið millum 5 og 8 stig.

 

Fríggjadagin

Stívt andøvsgul upp í hvassan vind av landsynningi, 10 til 15 m/s, sum um náttina veksur í strúk í vindi upp í skrið, 13 til 18 m/s, og harðar hvirlur. Yvirhøvur skýggjað og stundum regn. Hitin alt samdøgrið millum 4 og 7 stig.

 

Fríggjadagin

Hvassur vindur upp í skrið av landsynningi, 15 til 20 m/s, við hørðum hvirlum. Um kvøldið makar hann vindin í andøvsgul upp í ein strúk í vindi, 9 til 13 m/s, sum seinni snarar í ein vestan. Skýggjað og sum frá líður regn. Hitin alt samdøgrið millum 4 og 7 stig.