Hann baksast má...

Latum okkum saman minnast til, at politikkur ikki bert snýr seg um at fylgja ráðunum frá teimum máttmiklu og ríku. Politikkur snýr seg um at skapa vælferð fyri einstaka menniskjað

“Politikkur snýr seg um at skapa vælferð fyri tað einstaka menniskja. Hetta er serliga áleikandi, nú nýggjar tíðir og nýggir møguleikar lættliga kunnu breiðka munandi um gjónna millum tey ríkastu og tey, ið ikki megna at fylgja við. Tað er okkara skylda at tryggja, at hesi ikki detta niður ímillum.”

Hesi orð hjá løgmanni í løgmansrøðuni í ár hava ómetaliga stóran týdning. Tað gongur við rúkandi ferð í føroyska samfelagnum. Samstundis sum arbeiði er til allar hendur, ger stóra ferðin á búskapinum tað nærum ómøguligt hjá vanliga lønartrælinum at fáa tingini at hanga saman, og púra ómøguligt er hjá honum ella henni at royna at liva nøkulunda á hædd við trendin í dagsins samfelag.

Tað er gott, at tað gongur væl í Føroyum. Men meðan politikarar og nýríka yvirstættin fegnast um partabrævasølur og høgar kursir, skulu Ása og Óli – vanligu føroyingarnir – við eini stravsmannaløn uppá góðar 20 túsund krónur í part, rinda 3 millónir fyri ein bústað, um tey eins og flest onnur ynskja at seta búgv í miðstaðarøkinum saman við báðum børnum teirra. Umframt hetta er neyðugt at rinda fleiri túsund krónur um mánaðin fyri barnaansing, sum fortreyt fyri at sleppa út á arbeiðsmarknaðin. Síðani eru tað túsundkrónuseðlarnir til millum annað mat, klæði og obligatoriska bilin, ið skal fáa logistikkin at hanga saman. Her er lítið pláss at hugna sær við partabrævakursum, prospektum sum góða nátt lesnaði og at dansa við í privatiseringsdansinum. Tí roknistykkið hjá Ásu og Óla gevur undirskot. Tey sleppa ikki at eta døgurða saman við nýríku yvirstættini. Jú, har er líka ein møguleiki. Kanska abbi Ásu átti eitt fiskiloyvi ella pápi Óla eini hús í Havn, sum nú kann seljast fyri milliónir. Eru hasar umstøðurnar ikki til staðar, hava tey púra ongan møguleika – fyri ikki at tala um einsamalla uppihaldaran.

Tað er gott, at tað gongur væl í Føroyum. Men tað er okkara skylda sum politikarar at syrgja fyri, at tað gongur væl hjá øllum í Føroyum. Serliga er hetta ein skylda, ið áliggur okkum, ið eru partur av Javnaðarflokkinum og harvið sosialdemokratisku hugsjónini.

Ein keta er ikki sterkari enn veikasti liðurin. Soleiðis er eisini við einum samfelag. Ikki fyrr enn tey veikastu hava tað gott, hava vit nátt Tí góða samfelagnum. Formulin ella uppskriftin verður so væl útgreinað í rakstrarrópinum hjá felagsskapinum Javna, tá tey siga: “Í einum samfelag, har tey veikastu hava tað gott, hava øll tað gott!”

Tá eg brúki so nógva orku uppá hesi viðurskifti, er tað fyri at vísa á, hvørjar politiskar avbjóðingar liggja fyri framman restina av samgonguskeiðinum og sannliga eisini eftir valið, nú frálíka løgmansrøðan av náttúrligum orsøkum er meira afturlítandi enn vanligt. Ábendingarnar um vaksandi stættarmun í føroyska samfelagnum eiga veruliga at verða tiknar í álvara.

 

Tað er tó at fegnast um, at tað sambært løglistanum longu í heyst verða atgerðir tiknar at byrgja uppfyri stættarmuninum. Fleiri ferðir er víst á úrslitaríka avrikslistan og ambitiøsu æltanirnar hjá okkara frálíka landsstýrismanni, Hans Paula Strøm, sum millum annað boðar frá lógaruppskoti um møguleika hjá tímaløntum at vera heima hjá sjúkum barni við løn.

Men eg ynski eisini at takka øðrum landsstýrismonnum í samgonuni. Millum annað hevur Bjarni Djurholm boðað frá ætlanum um eina arbeiðsmarknaðarkommissión, ið skal hava sum høvuðsendamál at økja um trivnaðin hjá hvørjum einstakum á arbeiðsmarknaðinum og harvið eisini í familjulívinum.

Tað er at fegnast um, at vit umsíðir fáa eina løgtingslóg um marknaðarføring, ið hevur til endamáls at gera reglur um marknaðarføring og marknaðaratferð, og sum eisini inniheldur ásetingar um ein brúkaraumboðsmann. Hetta hevur verið eitt av hjartamálunum hjá Javnaðarflokkinum, og sum vit tí hava strongt nógv á í samgonguni at fáa til veruleika. Sama er galdandi fyri fráboðaða lógaruppskotið um at seta í gildi ríkislógartilmæli fastognarkeyp, ið hevur til endamáls at regulera rættarligu viðurskiftini ímillum keypara og seljara í sambandi við keyp og sølu av fastari ogn.

Og nú vit tosa um húsakeyp, so eigur bústaðarpakkin hjá Hans Paula Strøm sjálvsagt at verða nevndur. Ein breiðari íbúðarmarknaður og munandi størri rættartrygd hjá teimum, sum leiga sær bústað. Hetta skal vera úrslitið av bústaðarpolitisku tiltøkunum, sum landstýrismaður Javnaðarfloksins fer at leggja fyri tingið í heyst.

“Leigumarknaðurin í dagsins Føroyum er at samanbera við ein frumskóg”. Soleiðis lýsti umboðið hjá leigarunum í leigunevndini í høvuðsstaðnum fyrr í ár viðurskiftini hjá teimum, sum eru noydd at leiga sær bústað.

Óhepna avleiðingin av hesum er, at ógvuliga torført er hjá ungum at fáa føtur undir egið borð. Serstakliga trupul, fyri ikki at siga ómøgulig, eru viðurskiftini hjá ungum barnafamiljum, ið ynskja at seta búgv og byrja eitt lív sum familja í miðstaðarøkinum.

Javnaðarflokkurin hevur ásannað hendan trupulleikan. Tí fingu vit eisini á hesum øki eina avtalu við í samgonguskjalið, um at betra munandi um viðurskiftini. Hetta verður millum annað gjørt við nýggjari leigulóg. Og teir 4 túsund føroyingarnir, ið leiga sær bústað, kunnu nú gleða seg til tryggari viðurskifti.

Nýggja leigulógin er fráboðað í løglistanum og kemur í næstum á tingborð.Endamálið er, at bæði leigari og útleigari skulu fáa betri og tryggari viðurskifti.

Fyri leigaran verður høvuðs fyrimunurin, at øll leiguviðurskifti, so sum kostnaður, støði á íbúð, uppsagnarfreistir og annað verða regulerað við lóg. Harvið verður tað ikki longur tilvildin, men lógin, ið avger trætumálini.

Fyri útleigaran verður høvuðs fyrimunurin, at skatturin av leiguinntøkum verður settur niður á sama støði sum partafelagsskatturin. Harvið verður útleigan javnsett við aðrar vinnuvegir. Umframt hetta er tað sjálvsagt eisini ein fyrimunur fyri útleigaran, at kostnaður, støði, uppsagnarfreistir og annað verða regulerað við lóg.

Eingin ivi er um, at tað við hesum tiltaki verður tryggari at vera á føroyska leigumarknaðinum. Harumframt fara nýggju fyrimunirnir hjá útleigarunum helst at gera, at fleiri útleigarar fara at bjóða seg fram, soleiðis at íbúðarúrvalið verður størri.

Men hóast hetta ikki hendir, so fara onnur tiltøk at breiðka um føroyska íbúðarmarknaðin. Landsstýrismaðurin er í gongd við at skipa so fyri, at íbúðarfeløg fáa somu fíggjarligu sømdir sum tey, ið byggja privat sethús. Hetta við tí endamáli, at fólk kunnu ogna sær lutaíbúðir fyri ein munandi lægri kostnað enn vanligu eigaraíbúðirnar.

 

Nú útbúgvingarstovnarnir um dagarnar lata dyrnar upp aftur er vert at minna á, at útbúgvingarstuðulin ongantíð hevur verið so góður sum nú. Javnaðarflokkurin er av teirri sannføring, at so góðir útbúgvingarmøguleikar til so stóran part av fólkinum sum gjørligt, er sjálv høvuðs fortreytin fyri samfelagsligari menning. Allir føroyingar skulu hava javnbjóðis fíggjarligar møguleikar at velja útbúgvingarleiðina og harvið tryggari starvs- og fíggjarviðurskifti.

Tað var við hesum í huga, at vit strongdu á at fáa hækkað stuðulin til forsyrgjarar umframt at geva lesandi møguleika at fara í barnsburðarfarloyvi við fullum lestrarstuðuli. Hesi lyfti eru nú hildin við góðum stuðuli frá landsstýrismanninum í mentamálum, samgonguni annars og enntá eisini frá andstøðuni. Lesandi fáa nú fullan útbúgvingarstuðul í eitt ár, meðan tey eru heima í barsli. Og frá 1. august fáa lesandi við børnum 600 krónur meira um mánaðin í stundingi fyri hvørt barnið.

 

Hetta samgonguskeiðið runnið skjótt. Kanska ov skjótt, fyri okkum sum sita í samgongu. Tí dreymarnir og visjónirnar um batar í samfelagnum liva framvegis, hóast tíðin krevur val um lítið bil.

Nógv er avrikað í hesum samgonguskeiðnum. Men langt er eftir á mál til Tað góða samfelagið!

Latum okkum saman minnast til, at politikkur ikki bert snýr seg um at fylgja ráðunum frá teimum máttmiklu og ríku. Politikkur snýr seg um at skapa vælferð fyri einstaka menniskjað.

Fari til endans við orðum frá Petur Mohr Dam, sála, at minna okkum øll á, at aftan fyri framgongdina hjá einum og hvørjum samfelag liggur stríðið hjá arbeiðandi fjøldini. Vit liva ikki av partabrøvum og privatiseringum eina.

Hann baksast má for breyðið sítt

og balast hart og stríða

tann arbeiðsmaður, ofta títt

í armóð, neyð má líða.

Hann fosturlandi fagnað ber.

Teir frægu tó ei fata,

at uttan hansar hollu gerð

teir ongan munnin mata.