Mohammedreza Haddadi var 15 ára gamal, tá hann og tríggir vaksnir skyldmenn beindu fyri einum eldri bilførara í iranska býnum Shiraz. Tá málið kom fyri rættin, játtaði Mohammedreza, at tað var hann, sum hevði beint fyri bilføraranum. Sambært næstringunum tók hann ábyrgdina á seg, tí hinir tríggir høvdu lovað honum pengar afturfyri. Teir høvdu eisini vissað hann um, at hann bleiv ikki revsaður, tí hann var so ungur.
Men tá mamma hansara vitnaði og greiddi frá, at hvørki hon ella sonurin høvdu fingið nakrar pengar, tók Mohammedreza sína frágreiðing aftur. Tað gjørdi kortini ikki mun, tí rætturin kom til ta niðurstøðu, at hann var høvuðsmaðurin, og sum tann einasti av teimum fýra ákærdu bleiv Mohammedreza dømdur til deyða.
Tað eydnaðist kortini at fáa avgerðina fyri ein hægri rætt, sum kom til ta niðurstøðu, at Muhammedreza var ósekur, men av einari ella aðrari orsøk bleiv deyðadómurin standandi.
Iranska stjórnin hevur skrivað undir barnarættindasáttmálan hjá ST, sum millum annað sigur, at eingin kann takast av døgum fyri brotsverk, sum viðkomandi framdi, áðrenn hann/hon hevði fylt 18 ár. Kortini verða fleiri ungfólk dømd til deyða og tikin av døgum í Iran. Higartil í ár eru minst seks ungdómar avrættaðir, og meiri enn 150 standa á bíðilista.
Teirra millum Muhammedreza Haddadi. Eftir ætlanini skuldi hann heingjast tann 9. oktober, men tveir dagar undan ásetta degnum bleiv avrættingin útsett orsakað av trýsti uttaneftir, skrivar Reuters.