Hann ætlar sær at koma sterkt aftur

Vit hava ikki hoyrt tað síðsta til Paul Watson enn, hóast hann er koyrdur úr altjóða nevndini í Sea Shepherd - sum nú er farið í tvíningar

Fyrr í ár var tann ógvulia umstríddi Paul Watson tveittur úr altjóða nevndini hjá umhvørvisfelagsskapinum, Sea Shepherd, tí tey mettu, at hann var ov harðligur í síni framferð. 

 

Men tað merkir ikki, at hann hevur lagt kongin, tí striðsneistin er ikki slóknaður og úrslitið er, at Sea Shepherd er farið í tvíningar. Paul Watson hevur nevniliga stovnað sín egna felagsskap, The Captain Paul Watson Foundation og hann hevur fingið nakrar lokalar Sea Shepherdfelagsskapir við sær.

 

Og saman við hesum lokalu Sea Shepherd felagsskapunum, hevur hann eisini stovnað Sea Sheperd Origins. Umframt The Captain Paul Watson Foundation, eru seks lokalir Sea Shepherd felagsskapir við í Sea Shepherd Origins, og teir eru felagsskapirnir í Fraklandi, Bretlandi, Kanada, Brasil, Ungarn og Ný Kaledonia.

 

Paul Watson sigur á heimasíðuni, at Sea Shepherd Origins er ikki stovnað ístaðin fyri Sea Shepherd. Tað er Sea Shepherd og er stovnað, tí tey halda, at tann upprunaliga Sea Shepherd felagsskapurin hevur svikið sakina.

 

Tann upprunaligi Sea Shepherd felagsskapurin hevur nevniliga broytt arbeiðshátt, og er farin meiri burtur frá at leggja beinleiðis uppí fyri at forða fyri hvalaveiði av ymsum slagi. Tí er nýggi felagsskapurin stovnaður fyri at halda fram við stríðnum upp á tann gamla mátan, altso við beinleiðis atsóknum. Og Paul Watson sigur, at eitt av teirra málum er at tvinga føroyingar at gevast at drepa grind.

 

Og í hesum sambandi hava tey eisini útvegað sær skip. Talan er um »The John Paul DeJoria II«, sum nú verður riggað til við tí endamáli at leggja beinleiðis upp í, har hvalaveiða fer fram. Men hann sigur, at hetta er bara tað fyrsta skipið, tí tvey onnur eru í umbúna.

 

##med2##

 

Sostatt hava vit ikki hoyrt tað seinasta til Paul Watson, hóast hann er varpaður úr Sea Shepherd, tí hann staðfestir, stríðið er ikki av og tey fara at halda fram til teirra seinasta andadrátt.

 

Hetta er skipið, Paul Watson hevur útvegað at stríðast ímóti grindadrápi, og aðrari hvalaveiði