Hanky Panky the Show og Thierry Henry

Fríggjakvøldið fer spildurnýggja sendingin Hanky Panky the Show av bakkastokki og leygarkvøldið roynir Thierry Henry enn einaferð at skora móti Føroyum. Live í Café Natúr.

 

Hanky Panky The Show fer at kollvelta fríggjakvøld, sum vit kenna tey. Live úr Café Natúr stjórna teir báðir, Eyðfinn Drewsen og Johan í Kollafirði, ti besta ballinum í býnum. Feiti tónleikurin, svøku hugskotini og stuttligu kappingarnar, gera at Café Natúr er einasta staðið at vera fríggjakvøld. Omaná tað heila spælir Jens Marni Hansen eisini fríggjakvøldið. Jens Marni Hansen spennir víða við sínum tónleiki, hann leitar djúpastu kenslurnar fram og hann kann seta eld í eitthvørt ball við tí ráasta rokkinum.

 

Klokkan 20 leygarkvøldið rennur føroyska A-landsliðið á vøllin í Guingamp í Fraklandi. Café Natúr bjóðar góðar umstøðurnar at hyggja at føroysku víkingunum berjast fyri okkum. Stórir sjónvarpsskíggjar á hvørjum veggi geva øllum møguleikan at síggja dystin. Líkamikið um úrslitið av dystinum krevur djúpasta bluestónleikin ella villastu fótbóltssvakligheitina, so eru Tróndur Enni og Uni Debes rætta valið til leygarkvøldið. Tónleikaliga spennið tryggjar, at kvøldið kann bara enda gott.