Handverksarbeiði kring landið týðandi partur av føroyskari mentan

Tað at serstakliga kvinnur sita kring alt Føroya land og binda og gera alskyns lutir við hondum sínum er týðandi partur av føroyskari mentan. Rás2 í dag millum kl. 14 og 16 Seinasta vikuskifti savnaðust hundraðtals kvinnur og menn í Høllini á Hálsi, har tey vístu fram og seldu túsundtals lutir úr ull, træ og øðrum tilfari, ið tey hava sitið og gjørt og evnað til hetta seinasta árið. Hetta var partur av árligu jólasøluni hjá Føroya Heimavirkisfelag. Vinnurásin hjá Rás2 tosar við forkvinnuna í felagnum, Maiken Hammer, sum m.a. sigur, hvussu stóran týdning tað hevur, at so mong sita heima við hús og binda, tilgera og evna til lutir. Partur av hesi mentan er við at fara fyri bakka. Meira um tað á Rás2.

Eisini vitjar Vinnuráðsin spennandi og spildurnýggja bygningin hjá Eik í Klaksvík, har vit fylgja móttøkuni har í farnu viku frá a til z. Vinnurásin er eisini á Kambsdali, har vitjað verður á livandi arbeiðsplássinum hjá KJ Hydraulik, sum fyllur 30 ár. Eisini verður tosað við umnboð fyri íslendskar lærdar háskúlar, ið bjóða føroyingum ókeypis lestrarpláss.