Vilhelm M. Johannesen, snikkarameistari
Eg kann við mín besta vilja ikki geva Bárði Nielsen rætt í sínari niðurstøðu, eg velji at halda, at Bárður er feil siteraður, tá ið hann sigur. »Íløguhugurin er sera stórur í Føroyum í løtuni. Men nú kanska tað steðgar upp. Og tað er bara gott fyri landsbúskapin«.
Eg standi eitt sindur spyrjandi. Heldur fíggjarmálaráðharrin tað verða skeivt av okkum sum hava brúkt mong ár til at byggja upp handverksvirki, gera íløgur í virkir, at læra upp ung til hesa vinnu í landi okkara. Er hettar eftir tíni metan als ikki til gagns fyri landsbúskapin???
Eg skal fyri ein góðan ordan viðmerkja skilagóðu greinina í Dimmu 14.08.06 hjá Eli Brimsvík formanni í Havnar Handverkarafelag frá 14.08.06. Hann sigur, at lønirnar eru hægri í Norra og Danmark enn her, tað kann verða rætt fyri danskar handverkarar. Men ikki fyri flestu føroyingar sum arbeiða uttanlands fyri uml. 160/165 íroknað frítíðarløn, pensjón, v.m. krónur um tíman sama fyri yvirtíð og leygardagar.
Hettar er munandi minni enn, hvat teir høvdu fingið fyri somu tímar í Føroyum.
So niðurstøðan má verða, at føroyskir handverkarar arbeiða fyri undirløn uttanlands.
Men sum E. B. sigur, so er tað frádrátturin sum er rættuliga stórur, ið ger munin, og tað sum verður eftir á botnlinjuni eftir skatt er tað, ið telur.
Rætt skal verða, eg skilji handverkarar sum fara burtur eina tíð at arbeiða nógvar tímar, teir flestu hava innstillað seg upp á at arbeiða minst 12 tímar 6 dagar um vikuna meðan teir eru burtur, og tað blívur til nógvar pengar sjálvt við tí lønini teir fáa, har hjálpir stóri skattafrádrátturin sera væl til.