Handverkararoyndin

Finnur Johansen

Handverkararoyndin var frá 1912 til 1960 ein partur av útbúgvingini hjá maskinmeistarum, ið vildu sigla. Leingi var eingin føst skipan fyri útbúgvingini av handverkarum og heldur ongar sveinaroyndir. Tí var ásett í sjóvinnulógini, at maskinmeistarar, ið vildu sigla sum maskinmeistarir, skuldu hava staðið handverkararoyndina fyri at kunna fáa sjóvinnubræv. Við handverkararoyndini, ið varð hildin á Teknologisk Institut, prógvaðu maskinmeistarar, at teir vóru førir at halda maskinarí og skip.

Útbúgving farin í søguna
Handverkararoyndin, ella handverkaraprøvin sum vanliga varð sagt, var eitt væl kent hugtak millum eldri maskinmeistarar, men tá henda roynd varð avtikin fyri skjótt eini hálvari øld síðani, eru ivaleyst fá, eisini millum maskinmeistarar, ið vita hvat handverkararoyndin var.

Maskinmeistaraútbúgvingin
Í útvið stórthundrað ár, frá 1874, lá útbúgvingin av maskinfólki í Føroyum undir danskari lóggávu. Heilt frá 1912 og til 1960, tá gomlu útbúgvingarnar vóru í Føroyum, vóru tær undir danskari lóggávu. Eisini útbúgvingin á Føroya Maskinskúla, sum fór undir virksemi sítt í 1965, var fyrsta mannaminni undir danskari lóggávu.

1874 kom fyrsta danska lógin um próvtøku fyri maskinistar. Av fyrstani tíð vóru ikki fastar reglur fyri praktiskari útbúgving ella royndum. Kravt varð bara, at tann lesandi hevði arbeitt á eini maskinverksmiðju ella verið við at passa eina skipsdampmaskinu í 1 ár.

1892 kom nýggj lóg sum ásetti, at lesandi skuldi hava arbeitt á eini smiðju- og maskinverkstaði í minsta lagi í 3 ár, og av teimum í minsta lagi 1 ár við at gera dampmaskinur ella lutir til dampmaskinur. Motorverksmiðjurnar vórðu ikki góðkendar.

1912 kom aftur nýggj lóg, og hon vóru 6 prógv:
maskinpassararoyndin
motorpassararoyndin
handverkaraprøvin
almenna maskinistprógvið
víðkaða maskinistprógvið og
ískoytisroyndin fyri elektriskar installatørar

Maskinpassararoyndin og motorpassararoyndin vóru sjálvstøðugar og endaligar útbúgvingar.
Almenna maskinistprógvið, víðkaða maskinistprógvið og ískoytisroyndin fyri elektriskar instalatørar vóru framhaldandi útbúgvingar, eisini róptar fyrsti, annar og triðji partur, ella deilur, sum ofta varð sagt.
Tó kundu elektriskar instalatørar taka ískoytisroyndin fyri seg.
Handverkaraprøvin skuldi maskinmeistari hava, sum fór út at sigla.

Handverkararoyndin

Praktiska útbúgvingin
Krøvini til praktiska útbúgving vóru, at lesandi skuldi hava minst 3 ára fakliga útbúgving á smiðju og maskinverkstaði, og av teimum minst 1 ár, bara við maskinarbeiði á einum góðkendum verkstaði.

Ikki útlærdir
Trý ár á einum verkstaði var ikki nóg mikið til at vera útlærdur, tí varð handverkaraprøvin við í lógini, fyri at maskinmeistarar, ið vildu sigla, skuldu kunna vísa, at teir vóru førir fyri at gera tær mest vanligu umvælingarnar umborð á dampskipum.

Sjálboðin roynd
Í fyrstini var handverkararoyndin sjálvboðin, tí vóru tað bara nakrir fáir, sum tóku hana, ein og tveir um árið, men í sjóvinnulógini frá 1916, varð ásett, at maskinmeistarar skuldu hava staðið handverkararoyndina fyri at kunna fáa sjóvinnubræv, og við hesi skipan kom praktiska útbúgvingin hjá maskinmeistarunum í eina fasta legu, sum stóð við til 1960.

Eingin skipað útbúgving
Nakað av misnøgd var við, at skeiðið skuldi enda við eini roynd, men tá handverkararoyndin varð skipað, vóru ongar obligatoriskar sveinaroyndir. Heldur ikki var nøkur føst skipan fyri útbúgvingunum á flestu verkstøðunum og einki eftirlit við, um lærlingurin lærdi nakað.

Lærlingar hjálptu sveinum
Tá var tað soleiðis, at lærlingurin hjálpti einum sveini og mátti sum so sjálvur nema sær mest møguligt av kunnleika. Tá so var, er skiljandi, at vissa fekst fyri, at maskinmeistarar við handverkararoyndini kundu vísa, at teir vóru førir fyri at halda skipið. Handverkararoyndin varð hildin á Teknologisk Institut.

Handverkararoynd og sveinaroynd
Eftir at handverkaraútbúgvingin í Danmark varð løgd í fastar karmar og sveinaroyndirnar vórðu skipaðar einaferð í tríatárunum, sluppu maskinmeistarir, ið vóru handverkarar við sveinaroynd, undan handverkaraprøvanum, ætlaðu teir sær til sjós. Í Føroyum vórðu sveinaroyndirnar skipaðar í fimmtiárunum.

1958 kom nýggj lóg, sum fevndi um 3 prógv:
maskinistprógvið
maskinmeistaraprógvið og
víðkaða maskinmeistaraprógvið
Lestrartíðin til maskinmeistara er trý ár, umframt handverkaralæran, sum er fýra ár.

Handverkararoyndin avtikin
Krøvini til praktiska útbúgving vóru sveinabræv, fyri at prógva, at ein hevði staðið sveinaroynd sum maskinsmiður, ella staðið sveinaroynd í einum av hinum metalfakunum við ískoyti av einum skeiði í at læra at dreya.
Við lógini um útbúgving av maskinmeistarum í 1958, sum fór at virka í 1960, varð handverkararoyndin avtikin, og fór tá í søguma.

Framtíðin
Maskinmeistaraútbúgvingin er fleiri ferðir síðani 1958 broytt, og vil sjálvandi eisini í framtíðini verða broytt, so hon altíð verður hóskandi, men krøvini til praktiska útbúgving eru framvegis sveinaprógv.

Tað er tó at undrast á, at maskinmeistaraútbúgvingin ikki verður skipað saman við øðrum útbúgvingum á universitetsstigi, sum gjørt verður aðrastaðni. Tá útbúgvingin av fólkaskúlalærarum, barnahavalærarum og sjúkrasystrum verða skipaðar saman við fróðskaparsetrinum, hví verða so aðrar útbúgvingar, eitt nú útbúgvingin av maskinmeistarum, ið er ein av hægstu útbúgvingunum í landinum, ikki eisini skipaðar saman við fróðskaparsetrinum?

Ikki minst, tá hugsað verður um, at veruliga menningin av føroyska samfelagnum ikki kom fyrr enn vit høvdu fingið nóg mikið av kvalificeraðum fólki, ið vóru før fyri at handfara nútímans teknologi.
Fyri at koma aftur til skúlalærararnir, so er spurningurin um hvussu tað verður, tá akademikarar skulu til at undirvísa sexára gomlum børnum. Tað er ikki bara ein spurningur um útbúgving, men líka nógv um pedagogisk evni, lærarir ið eitt nú duga at læra børn abc, lítlu tabell og føroyska mállæru á grundstigi.

Maskinmeistaraskúlanum og Sjómansskúlan eru nú lagdir saman, ikki tí at ein maskinmeistari júst er ein sjómaður, men kanska fyrsta stig at leggja allar hægri útbúgvingar saman í eitt, ivaleyst tí, at tað í einum so lítlum landi sum okkara neyvan er rúm fyri fleiri hægri læristovnum.

Tórført er at orða teknisk fyribrygdi á føroyskum við teimum avmarkingum, sum eru, um ein skal halda seg til okkara reduceraða alfabet, og tað ið sagt verður er føroyskur málpolitikur og føroysk stavseting.

Neyðugt er at tillaga mál okkara soleiðis, at tað á føroyskum ber til at lýsa tekniskan útbúna, teknisk virki, viðurskifti og hugtøk, sum koma fyri nú á døgum og í framtíðini. Okkum nýtist ikki at óttast fremmand orð, tey skulu bara hóska inn í málið.

Tað er tí at undrast á, at nevnd er sett at taka sær av føroyskum máli og stavseting uttan at hava fólk við, ið heva tekniskt innlit.

Tórshavn 04.05.06
Finnur Johansen
E-mail: HYPERLINK finnurj(at)post.olivant.fo finnurj@post.olivant.fo

Kelda: “Føroya Maskinskúli í 40 ár”

PS
Meðan vit eru við útbúgvingar, so var tað ikki sørt at verða ovfarin av at frætta at danir høvdu strika tey bæði plássini, sum føroyingar áttu á journalistaskúlanum. Ikki tí at plássini vóru strikaði, men at ikki sami førleiki hevur verið kravdur av føroyingum sum av øðrum.
Vil tað siga tað sama sum, at føroyskir journalistar ikki eru á hædd við danskar og aðrar útlendskar journalistar?

Tá vit í sínari tíð lósu í Danmark, var ikki spurt um tú vart dani, føroyingur, íslendingur, grønlendingur, hálendingur ella naka annað. Treytirnar vóru tær somu fyri øll, bæði fyri upptøku og próvtøku.

Vónandi verður ein føroysk journalistútbúgving, sum talað verður um, á einum stigi, so hon verður góðkend aðrastaðni enn í Føroyum, og ikki sum onkur onnur av føroysku útbúgvingunum, sum ikki kann brúkast aðrastaðni enn í Føroyum.

Journalistar aðrastaðni eru ofta fólk við universitetsútbúgving, tað eru økonomar, juristar, søgufólk, ingeniørar o.s.f. ið viðgera evni innan teirra øki. Tað hevði verið eitt stórt framstið um vit eisini nýttu tílík fólk innan føroysku fjølmiðlar.

Annars er kanningin hjá aðalstjóranum í Mentamálaráðnum av stjórum áhugaverd, ikki minst almennum stjórum, ið verða mettir eftir avrikum. Tað at almennir stjórar verða mettir eftir avrikum, man vera nakað nýtt. Eitt nú er ikki altíð líkt til at tað er meiningin at spara ella reka stovnin rationelt. Okkurt dømi er um stjóra, ið hevur svansað við almennu pengum, og kortini fingið boðið eitt alment stjórastarv afturat.
Ein stjóri eigur at verða mettur eftir hvat hann er og ikki hvør hann er. Eisini má tað vera greitt um tað skal vera ein stjóra við visiónum, ið kann menna og rationalisera stovnin, ella tað skal vera ein bókhaldari.
FJ

PPS
Nú frættist at frískúlar skulu verða skipaðir í Føroyum, og líkt er til, at tað eru tey, ið eru hugtikin av hesum. Sjálvur havi eg altíð verið varðin við tey, ið verða begeistraði, umframt at gera mær mínar tankar um tílík tiltøk.

Eg vil ikki dylja fyri, at tað eftir míni metan kann vera vandi fyri, at hesir skúlar kunnu verða rekruteringsstovnar fyri ekstremar politiskar, nationalar og religiøsar rætningar.

Nøkur sparing man tað neyvan fara at verða við privatum skúlum, tí almenna skúlaverkið skal altíð vera dimensionerað soleiðis, at tað er ført fyri at taka sær av øllum næmingum og lesandi í Føroyum, eisini teimum frá privatskúlunum.

Men tað eru eisini góð tíðindi á skúlaøkinum. Mentamálaráðharrin hevur boðað frá, at forskúli nú aftur verður skipaður í Føroyum, umframt eisini ein góður framhaldsskúli, og tað er at glaðast um, kanska fara færri tá at ríma úr 10. flokki. Landsstýrismaðurin í skúlamálum, ið sat tá skúlafyrisitingin í 1979 varð yvirtikin, kutaði tá bæði forskúlan og framhaldsdeildina burtur úr. Harvið sparkaði hann fyri skjótt einum mannaminni síðani føroyska skúlan fleiri ættarlið aftur í tíðina.

FJ