Handverkararnir gjørt sáttmála

Føroya Handverkarafelag og Landsfelag Handverkaranna hava undirskrivað sáttmála við Fíggjarmálaráðið.

Í gjár gjørdu Føroya Handverkarafelag og Landsfelag Handverkaranna sáttmála við Fíggjarmálaráðið.

 

 

Karmurin er tann sami sum hjá øðrum feløgum, men eingin lønarhækkan tann 1. oktober 2013, tí feløgini hava keypt ta serligu frívikuna. Lønin hækkar 1,7% tann 1. oktober í ár, og nakrar broytingar eru gjørdar í sáttmálatekstinum.

 

 

Eisini er avtala gjørd um fráboðanarform og fráboðanarfreist.

 

 

Sáttmálar frá 1. oktober 2013, sum eru eftir at endurnýggja, er tann hjá Havnar Arbeiðskvinnufelag og teir hjá lærarum á teknisku skúlunum og Vinnuháskúlanum.