Fyri góðum tveimum vikum síðani skipaði Rás2 fyri sms-kapping, har lurtarar kundu vinna eina lítla konsert við Signari í Homrum.
Tað blivu handverkararnir í nýggju fimleikahøllini í Runavík, sum vunnu Signar í Homrum, og fríggjadagin yvirraskaði hann teir umleið 40 handverkararnar, sum vóru til arbeiðis í høllini.
Signar í Homrum spældi fleiri av sínum kendu sangum, og lagið í høllini var avbera gott.
Trýst á pílin undir myndini og hoyr reportasjuna frá konsertini, sum Signar í Homrum hevði fyri handverkarunum.