Handverkarar á bygd offrast fyri løtuvinning í Havn

-Tað eru bara í Havn at tey gremja seg um trot á handverkarum, men samstundis royna tey av øllum alvi at forða handverkarum av bygd at koma til Havnar at arbeiða, sigur stjórin á El-Service á Skál

Handverkara-trot
 

­­­ - At tað er stórt trot á handverkarum í Havn, skilji eg væl. Men har sleppur heldur ongin annar framat.
John Eli Olsen, stjóri á El- Service á Skála, er alt annað enn samdur, tá ið handverksmeistarar og Vinnuhúsið rópa neyðarróp, tí tað er so ringt at fáa handverkarar.
Í Sosialinum í gjár søgdu bæði Vinnuhúsið og handverksmeistarar, at tað er so stórt trot á handverkarum, at tað fer at gera bíðitíðina eftir at fáa nakað gjørt, munandi longri, samstundis sum tað fer at vera nógv dýrari at byggja hús.
- Øll, sum gremja seg um trot á handverkarum eru fólk, sum hava fyritøkur í Havn, sigur John Eli Olsen.
- Men samstundis mugu vit staðfesta, at meistarar og handverkarar á bygd sleppa ikki framat at arbeiða í Havn.  
Hann sipar til, at tað eru ómetaliga fá arbeiði í Havnini, sum verða bjóðað út.
- Og tey arbeiði, sum Tórshavnar Kommuna bjóðar út, bjóðar hon bara út til handverksmeistarar í Havn, so har sleppa bygdafólk ikki uppí.
Hann sigur, at tað er bara at hyggja í bløðini, so gongur sjón fyri søgn, at arbeiði í Havnini verða ikki bjóðað út, ella tey verða bjóðað soleiðis út, at bara meistarar í Havn sleppa at bjóða.
Hann leggur afturat, at tað er vanligt, at kommunur bjóða síni arbeiði út innanfyri kommunumark fyri at fáa skattakrónur inn aftur.
- Men at tað er stórt trot á handverkarum í Havn, skilji eg væl, tí tað er bara har, at nakað virksemið er, sigur John Eli Olsen.
Annars heldur hann, at tað er løgið, at byggifeløg í Havnini bjóðað upp á ymisk arbeiði, uttan at hava fólk til at gera tað.
- Tað høvdu vit ikki gjørt. Hava vit ikki fólk at gera eitt arbeiði, bjóða vit heldur ikki upp á tað.
Hann vísir annrs ár, at støðan úti á bygd kann als ikki metast við støðuna í Havn, tí kring landið er als ikki so nógv virksemi.
- Tosa vit um stór el-arbeiði hesa seinastu tíðina, er tað bara Hovstunnilin, Norðoyatunnilin, skúlin á Toftum, og kanska okkurt afturat, sum er bjóðað út.
- Annars er alt virksemi í Havnini og har verður alt arbeiði hildið innanfyri ein stongdan ring, so at bara byggifeløg og handverksmeistarar í Havn sleppa framat.
- Tað stóra trotið, ið summi kæra seg um, er sostatt ein havnartrupulleiki burturav, leggur hann afturat.
 
Tvinga bygdarmenn til Havnar
Men John Eli  Olsen sigur, at samstundis gera arbeiðstakarar í Havn, alt teir kunnu, fyri at forða handverkarum á bygd at koma til Havnar at arbeiða- uttan so at teir arbeiða hjá onkrum meistara í Havn.
Sostatt verður neyðugt hjá handverkarum á bygd at finna aðrar møguleikar og ein av hesum møguleikum er at fara uttanlands at arbeiða.
- Men tað, sum hendir nú, er, at byggifeløg og handverksmeistarar í Havn royna at leggja trýst á politikarar í eini roynd at fáa teir at forða handverkarum at fara uttanlands at arbeiða.
- Endamálið við tí er at royna at tvinga handverkarar á bygd til Havnar at arbeiða. Men tað skal verða so, at teir skulu arbeiða hjá byggifeløgum og handverksmeistarum í Havn, tí byggifeløg og meistarar á bygd sleppa ikki upp í part.
- Sostatt skal møguleikin hjá handverkarum á bygd at fara uttanlands at arbeiða, forkomast fyri løtuvinning hjá byggifeløgum og handverksmeistarum í Havnini, sum hava bjóðað upp á arbeiði, sum teir í veruleikanum ikki hava fólk til, sigur stjórin í El-Service.     
Hann sigur, at tá ið arbeiði verða boðin út, tekur El-Service seg ofta í samstarv við onnur, so at tey kunnu bjóða saman upp á eitt arbeiði.
- Byggifeløg og handverksmeistarar í Havn brúka ikki tað at fara í samstarv við onnur, so at tey kunnu bjóða saman upp á eitt arbeiði.
- Teir bjóða sjálvi og royna so at taka fólk frá øðrum fyritøkum, ella tey royna at forkoma møguleikanum hjá handerkarum at arbeiða uttanlands, so teir verða tvingaðir til Havnar at arbeiða hjá feløgunum har. 
 
Sleppa framtíðini fyri løtuvinning
Hinvegin ávarar John Eli Olsen ímóti at skerja møguleikarnar hjá føroyskum handverkarum at arbeiða uttanlands.
- Og serliga lítið dámar honum hetta, tá ið veruliga endamálið við at forða handverkarum at arbeiða uttanlands, ikki er annað enn at útvega byggifeløgum og handverksmeistarum í Havn ein løtuvinning við at útvega teimum arbeiðsmegi, so at teir hava bjóðað upp á arbeiði, teir í veruleikanum ikki hava fólk til.
- Hetta er ein sera hættislig gongd, tí skulu vit hugsa frameftir og vera við í altjóðagerðini, hevur tað avgerðandi týdning, at vit ikki sleppa marknaðinum, vit hava bygd upp uttanlands.
- Verða føroyskir handverkarar uttanlands tiknir heim, bara fyri at røkja áhugamálini hjá byggifeløgum og handverksmeistarum í Havn, er hetta tað sama sum at spæla sær av við stórar framtíðarmøguleikar.   
- Eru vit fyrst farnir av tí útlendska marknaðinum, so eru vit burtur í allar ævir, tí tað er vónleyst at koma inn aftur á marknaðin.
- Og eg haldi ikki, at tað er rætt at vit skulu spæla okkum av við møguleikarnar at arbeiða uttanlands í allar ævir fyri at geva byggifeløgum og handverksmeistarum í Havn ein løtuvinning.
Annars vísir John Eli Olsen á, at tá ið føroyingar fara uttanlands at arbeiða, er tað útflutningur og tað er útflutningi, vit altíð sóknast eftir í hesum alsamt meiri alheimsgjørda heimi.
Eisini El-Service á Skála ætlar sær í næstum til Noregs at arbeiða í oljuvinnuni.
- Men tað er ikki bara fyri at leiga handverkarar út til oljuvinnuna. Tá ið vit fara uttanlands, fara vit sum ein fyritøka og endamálið er at útvega okkum vitan um arbeiði í oljuvinnuni.
- Tað meta vit sum eina íløgu í framtíðina hjá okkara fyritøku, leggur hann afturat.
Sostatt heldur hann, at ístaðin fyri at leggja forðingar í vegin, eiga vit at royna at fáa fleiri føroyskar fyritøkur á útlendska marknaðin, tí tað er útflutningur og skapar og tað skapar inntøkur til samfelagið.
 
Kappast ikki á jøvnum føti
Annars heldur hann, at landið kundi gjørt meiri fyri at tryggja føroyskum fyritøkum arbeiði.
Tað kundi landið gjørt við at tryggja, at tað vóru føroyskar fyritøkur, sum sluppu at gera tey almennu arbeiði, sum eru í Føroyum.
Men tað ger landið ikki.
Í øðrum londum er tað ikki vanligt, at lata útlendskar fyritøkur sleppa framat stórum, almennum arbeiðum, men tað gera føroyingar.
Men hann er eisini sannførdur um, at kappingin frá teimum útlendsku feløgunum, er ikki heilt reiðilig.
- Eitt er, at tá ið útlendskar fyritøkur bjóða upp á arbeiði í Føroyum, hava tær mangan okkurt slag av ES útflutningsstuðuli í rygginum. Harafturat hava tær ymsar møguleikar at mingulera við punktgjøldunum, sum tey skulu betala av vørum, tær innflyta til Føroyar í sambandi við arbeiði, tær skulu gera í Føroyum.
- Tað kann útlendska fyritøkan gera við at skriva virðið á tilfari nógv lægri enn veruliga prísurin er. Sostatt lækkar punkgjaldið munandi.
- Hevur eitt virkið, sum bjóðar uppá eitt arbeiði í Føroyum, eisini eina fyritøku uttanlands, sum selir tilfar, ber væl til at skriva virðið á einum ljósi til 50 krónur, hóast veruligi prísurin er 500 krónur. - -  - Sostatt spara tær stórar upphæddir í punkgjøldum. Tað hava føroyskar fyritøkur ongan møguleika til.
John Eli Olsen sigur, at hann fer ikki her at leggja útlendskar fyritøkur undir at fara lætt um punktgjøldini.
- Men møguleikin er har. Í øllum førum fáa útlendsku fyritøkurnar mangan ES stuðul, sum kann vera upp í 25% og sostatt er kappingarstøðan hjá føroysku fyritøkunum sera vánalig.
Men eg haldi, at tað almenna átti at verið so mikið at sær komið, at tað varðveitti øll almenn arbeiði í Føroyum, tí tað hevði eisini kastað nógv av sær í skattum og avgjøldum, leggur John Eli Olsen afturat.