Handverkarar avskornir frá eftirútbúgving

Tingkvinna vil hava mentamálaráðharran at svara uppá, hvat hon ætlar sær at gera við trupulleikan, at føroyskir handverkarar ikki longur hava atgongd til danska eftirútbúgving Í august í fjør mistu føroyingar møguleikan at luttaka á sonevndu AMU-eftirút-búgvingarskeiðum í Danmark.

Av tí at handverkaravinnan í stóran mun hevur nýtt hetta tilboðið, er tað ein stórur trupulleiki, at vinnan nú er avskorin frá hesum. Tað heldur Bjørt Samuelsen, løgtingskvinna úr Tjóðveldi, sum hevur sett Helenu Dam á Neystabø, landsstýriskvinnu í mentamálum, fyrispurning um, hvat hon ætlar at gera við trupulleikan.

Tjóðveldistingkvinnnan heldur, at hetta gongur beinleiðis ímóti støðuni, sum hon annars er á útbúgvingarøkinum, har føroyingar hava atgongd til útbúgvingar í Danmark og hinum Norðurlondunum, eins og danir og norðurlendingar hava atgongd til útbúgvingar í Føroyum.

Bjørt Samuelsen vísir á, at danski undirvísingarmálaráðharrin, Bertel Haarder, í svari til Sjúrð Skaale á Fólkatingi hevur upplýst, at hann vildi kanna møguleikan fyri at lata føroyingar og grønlendingar keypa sær pláss á AMU.

- Sera umráðandi er, at føroyska vinnan hevur atgongd til góðar eftirútbúgvingar¬møguleikar, og at Føroyar hava neyvt samstarv við okkara grannalond á hesum øki, sigur Bjørt Samuelsen.