Grundlógaravhoyring verður í Føroya rætti í dag klokkan 14, har løgreglan fer at heita á varðhaldsfongsling av einum manni, ið er undir illgruna fyri at bróta inn í ein handil í Havnini fyrranáttina.
- Hetta er ein gamal kenningur hjá løgregluni, ið hevur gjørt slíkt áður. Tí verður hann førdi fram fyri dómara í dag, sigur Jón Klein Olsen, kanningarleiðari hjá løgregluni.
Sum Miðlahúsið skilur, so eydnaðist tað tjóvinum at fáa hendur á nøkrum túsund krónum, men løgreglan fekk skjótt illgruna á viðkomandi og handtók hann stutt eftir innbrotið.