Handtikin fyri grovt herverk

Ein maður fær stórt endurgjaldskrav

Mitt í nátt varð ringt til løgregluna at boða frá herverki. Og løgreglan sigur, at talan var um grovt herverk, tí talan var um ein mann, sum stóð og hoppaði uppi á einum persónbili.

Løgreglan sigur, at bilurin hevur fingið stóran skaða. Tað eydnaðist at fáa fatur á gerningsmanninum og hann varð handtikin og førdur á politistøðina, og har er hann enn.

Hann skal avhoyrast seinni í dag, har hann fær høvi til at greiða frá, hvat liggur aftan fyri herverkið. Men løgreglan sigur, at fyribils er einki, sum bendir á, at hann, og bileigarin, kendist.

Løgreglan sigur, at herverksmaðurin fer at fáa endurgjaldskrav fyri skaðan, bilurin fekk, og talan verður um eitt stórt krav, tí, sum sagt, fekk blílurin stóran skaða.

Annars hevur verið stak friðarligt, sigur løgreglan, men seinnapartin í gjár varð ringt at melda um harðskap. Løgreglan sigur, at talan var um harðskap í einum privatum heimi, har ein kvinna hevði verið fyri harðskapi. Hon kom undir læknahond, og maðurin, sum gjørdi seg inn á hana, varð tikin og hann er skuldsettur fyri harðskap.