Handtikið mann fyri innbrot á Landssjúkrahúsið

Løgreglan hevur handtikið ein mann, sum teir hava undir illgruna fyri at hava brotið seg inn á Landssjúkrahúsið tvær ferðir seinastu dagarnar. Um vikuskiftið var brotið inn á psykiatrisku deild, har tjóvurin slapp avstað við tilsamans 50 tablettum. Í gjáramorgunin fekk løgreglan aftur eina fráboðan, hesaferð hevði onkur brotið seg inn á ambulatoriið.

Metingarnar hjá løgregluni vóru, at talan var um staðkend fólk og helst hava teir havt illgruna til onkran allatíðina, tí longu klokkan fýra seinnapartin í gjár, høvdu teir handtikið ein mann.

Hann hevur løgreglan havt í varðveitslu síðani, og ætlandi skal hann grundlógaravhoyrast seinni í dag.