Handlar skulu hava fríari teymar

Landsstýrismaðurin við vinnumálum heldur, at handlar skulu hava betri sømdir viðvíkjandi upplatingartíðum, so at teir kunnu hava opið fleiri tímar. Ein bólkur ger í løtuni eitt tilmæli um málið

 

Handlar skulu hava fleiri tímar at ráða yvir, tá teir hava opið fyri almenninginum. Hetta verður eftir øllum at døma úrslitið av tí arbeiði, sum Bjarni Djurholm hevur sett sjøtul á.

? Lógin um upplatingartíðir skal hóska til nútíðar samfelagið, og tí er neyðugt at gera hana nakað linari, sigur Bjarni Djurholm.

Hann hevur merkt til ónøgd hjá handilsmonnum, ið ilskast um ta strongu lógina, sum er í gildi í Føroyum. Handilsmenn halda, at hon er ótíðarhóskandi, og teir vilja hava fríari teymar, tá talan er um upplatingartíðir.

Bjarni Djurholm sigur, at hann tí hevur sett ein bólk at viðgera málið. Limir í hesum bólkinum eru umboð frá handilsmonnum og frá fakfelagnum á handilsøkinum, ið er S&K felagið.

Landsstýrismaðurin leggur dent á, at allir partar skulu vera við í arbeiðnum, so stríð ikki stendst av eini nýggjari lóg.


Kundun hava betri tænastu

? Tað snýr seg fyrst og fremst um, at kundin skal hava ta bestu tænastuna. Vit miða eftir at dagføra lógina, so at hon eisini lýkur nøkur krøv hjá handilslívinum, sigur Bjarni Djurholm.

Niels Mortensen, stjóri í SMS hevur víst á, at lógin als ikki er nøktandi, og at fleiri handlar beinleiðis bróta lógina við at selja vanligar gerandisvørur uttanfyri tær upplatingartíðir, ið lógin ásetir.

Hesum sigur Bjarni Djurholm seg ikki kunna liva við, tí vit er neyðugt at hava skipað viðurskifti á hesum økinum. Tað er tí rætt at tillaga lógina til nútíðar krøv, so handlarnir hava opið longri.

Bjarni Djurholm veit ikki við vissu, nær hann fer at leggja hetta uppskotið fyri tingið, men tað verður neyvan hesumegin jól, og tað er eisini tengt at, hvussu arbeiðið hjá bólkinum gongur.