Nú verður Dr. Jacobsensgøta við gamla kirkjugarð grópað upp – ið sum vera man darvar ferðsluni í økinum

Handlar í miðbýnum troyttast av fjarhita

Seinastu árini hevur Fjarhitafelagið grópað vegirnar upp í Havn, og nógv fólk troyttast av arbeiðinum, sum bara ikki blívur liðugt.

Nú verður Dr. Jacobsensgøta við gamla kirkjugarð grópað upp – ið sum vera man darvar ferðsluni í økinum

Áki Jespersen í Keypsamtøkuni í Havn hevur nú eina inniliga áheitan á Tórshavnar kommunu um at seta meira ferð á arbeiðið.

– Havi eina áheitan á Tórshavnar kommunu um ikki meira ferð kann setast á arbeiðið hjá Fjarhitafelagnum í Dr. Jacobsensgøtu við Gamla Kirkjugarð, skrivar hann.

– Tit eiga helvtina av felagnum, og tit skulu umboða okkum borgarar og okkum, sum hava handlar í umráðnum.

 

– Vit missa í túsundatali av peningi hvønn dag bara av vánaligari tilrættalegging, sigur hann og spyr:

– Hví verður ikki arbeitt um kvøldið og um næturnar? Sum nú er gongur arbeiðið sera, sera seint.

##med2##

– Mín áheitan á býráðið er at fáa hetta liðugt beinanvegin. Kann tú Heðin Mortensen ikki taka tær av hesum, sigur deildarleiðarin hjá Føroya Keypsamtøku í miðbýnum í Havn, Áki Jespersen.

– Tað er stór skomm at steingja vegirnar í okkara »hásesong«, heldur hann.

 

Nú verður Dr. Jacobsensgøta við gamla kirkjugarð grópað upp – ið sum vera man darvar ferðsluni í økinum

Áki Jespersen er deildarleiðari hjá FK í Miðbýnum í Havn